Tíðindafundur: Tað var ein lættur dystur á Tórsvølli

- Men bara tí vit spældu væl í fyrra hálvleiki, sigur Janne Anderson, landsliðsvenjari

Svenska landsliðið hevur í dag havt tíðindafund undan landsdystinum móti Føroyum í annaðkvøld. Luttakarar á tíðindafundinum eru Janne Anderson, landsliðsvenjari, og verjuspælarin úr Brentford í næstbestu deildini í Onglandi, Pontus Jansson.

Tíðindafundurin byrjaði við at føroysku miðlarnir fingu høvi at seta ein spurning. Her bleiv víst til dystin á Tórsvølli í summar, tá Svøríki vann 4-0, og hvat landsliðsvenjarin væntar hesaferð. Teir vóru á odda 4-0 longu í hálvleikinum seinast.

- Tað eru ikki lættir dystir í fótbólti. Ja, dystirin í Føroyum bleiv lættur, men hann var ikki lættur, tá vit byrjaðu. Hann bleiv lættur í seinna hálvleiki, tí vit spældu væl í fyrra hálvleiki. Vit fara at fyrireika okkum til hendan dystin sum til allar aðrar dystir. Tað verða kanska nakrar broytingar, men vit takla hendan dystin sum ein hvønn annan dyst, sigur Janne Anderson.

Vil ikki tosa um stórsigur

Svøríki kann við einum stórsigri vinna seg upp í triðja styrkisbólkin til EM 2020 endaspælið, men landsliðsvenjarin vil ikki tosa um stórsigur.

- Um vit kunnu vinna dystin við 1-0, so skulu vit vinna 1-0, og kunnu vit vinna 3-0, so skulu vit tað. Styrkismetingin til EM avhongur eisini av úrslitinum í hinum dystunum, so vit hugsa bara um at vinna dystin í fyrstu atløgu, sigur Janne Anderson.

Pontus Jansson brúkti tvær feðrir vendingina, at hann hevur virðing fyri Føroyum, men at hann og liðfelagirnir ætla sær at vinna á Føroyum. Tað eru seld 22.600 atgongumerki til dystin.

- Tað er ikki so galið til eitt mánakvøld móti Føroyum, sum við allari viðring, ikki er tiltrekkjur fólk á sama hátt sum Spania, sigur landsliðsvenjarin at enda.

EM-landsdysturin millum Svøríki og Føroyar verður á Friends Arena mánakvøldið klokkkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.