Tíggju klaksvíkingar mundu koppað Kyndli

Team Klaksvík hómaði ársins fyrstu stig, men Kyndil vann í evstu løtu í Klaksvík

Savnsmynd. Sámal á Tjaldrafløtti mátti í dag síggja síni 11 mál gerast akkurát ov stutt ímóti Kyndli

Savnsmynd. Sámal á Tjaldrafløtti mátti í dag síggja síni 11 mál gerast akkurát ov stutt ímóti Kyndli

Tey bæði liðini, ið eru uttanfyri hálvfinalustríðið í Okkaradeildini, Team Klaksvík og Kyndil, dystaðust í Klaksvík í kvøld.

Kyndil var uttan toppskjúttan, Hjalta Mohr Jacobsen, eins og Team Klaksvík var uttan sín toppskjútta hetta kappingarárið, Kaito Nakahodo.

Eitt var so, at vera uttan toppskjúttan, men yvirhøvur var tað ein óvanliga smalur hópur hjá Team Klaksvík. Bert tíggju mans stóðu á dómaraseðlinum - og tveir av teimum vóru málverjar.

Kortini var dysturin sera javnur, og har vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni.

Og tað var um reppið, at tað eydnaðist Team Klaksvík at vinna sær fyrstu stigini í ár, tá ið støðan var 26-25 til klaksvíkingar við góðum fýra minuttum eftir at leika. Men Kyndil svaraði aftur við tveimum málum á rað, og avgjørdi at enda dystin til úrslitið 28-27.

Team Klaksvík - Kyndil 27-28

Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 11, Beinir Johannesen 8, Ludvík Súnason 4, Jens Pauli Mohr 2, Vilhelm Vilhelmsen 1, Jens Mortan Samson 1.

Kyndil: Anders Risdal 10, John í Innistovu 4, Rógvi Dal Christiansen 4, Ovi Lützen 3, Tummas Pauli Hanusarson 3, Kristoffur Bjørgvin 2, Tróndur Wardum 1, Jákup Jørgensen 1.

Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo):

Fýra tey fremstu eftir 18 dystir spæla hálvfinalur um FM - Tey trý niðastu spæla um steyp saman við vinnaranum av fyrstu deild.

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71164633758826
 VÍF164404093120
 NEISTIN154053634218
 KÍF164184001817
 STÍF15417426-917
 KYNDIL15386404-1810
 TEAM KLAKSVÍK15315467-1520

 

 

Savnsmynd. Sámal á Tjaldrafløtti mátti í dag síggja síni 11 mál gerast akkurát ov stutt ímóti Kyndli