Tilgongd í TB: Ein áleypari og ein stríðsmaður

Tað eru fleiri broytingar í hópinum hjá TB undan dystinum móti EB/Streymi

Mynd: (tb.fo)

Mynd: (tb.fo)

TB hevur nú fingið tilgongd av serbiska áleyparanum, Filip Obadovic. Avtalan kom upp á pláss fyrr í summar, men nú er hann komin til Trongisvágs og er komin í TB-troyggjuna. Stóra avbjóðingin hevur verið at skjóta mál, so er spurningurin um stóri áleyparin er svarið. Hann er tveir metrar høgur og kemur frá FK Macva 1929 Bogatic í Serbia.

- Eg eri glaður fyri, at vit funnu ein ungan áleypara, sum tóhevur roynt at spæla á høgum stigi í Serbia, og sum er svangur at læra, sigur venjarin hjá TB, Michael Winter, um 22 ára gamla Filip Obadovic.

Filip Obadovic verður lýstur sum ein arbeiðssamur boksáleypari, ið er góður til at avslutta og halda upp á bóltin. Hann er lámur.

Stríðsmaður aftur í TB

TB hevur eisini gjørt eina avtalu við 29 ára gamla Heine Mortensen, sum í fleiri førum hevur verið ein partur av TB. Hann er fluttur heim nú hann skal í arbeiðslæru á sjúkrahúsinum, sum ein part av læknaútbúgvingini.

- Eg eri glaður fyri, at vit hava fingið ein av okkara ”gomlu” spælara heim aftur til hendan unga hópin. Heine verður ein góð tilgongd fyri okkum, og tað hava vit longu sæð til venjing. Hann er ótrúliga róligur í avleveringsspælinum, og er sterkur í nærdystunum. Og so er tað bara deiligt , at vit fáa ein av okkara egna aftur, sum vil hjálpa felagnum og hópinum á rætta leið, sigur Michael Winter.

 ##med2##

TB hevur eisini gjørt sáttmála við 25 ára gamla Mark Kongstedt, sum er miðvallari. TB skal í morgin spæla móti EB/Streymi.

##ms##

Mynd: (tb.fo)

Mynd: (tb.fo) Heine Mortensen við TB-troyggjuni