Títtlingur tvífaldur vinnari

Barnaróður gentur: Óføru genturnar hjá Havnar Róðrarfelag hava í dag tryggjað sær bæði FM og sigur í ólavsøkuróðrinum

Tað gekk nett soleiðis, sum tað hevur gjørt flestu ferðirnar fyrr í summar, tá ið genturnar róðu finalu í barnaróðrinum.

Títtlingur úr Havnar Róðrarfelag vann í dag, og Títtlingur er FM vinnari.

Títtlingur hevur vunnið allar róðrarnar í summar uttan ein. Tað var á jóansøku, tá ið Fípan Fagra vann.

Dúgvan úr Sørvági var nummar fýra ídag. Hon var væl aftanfyri teir tríggjar fremstu Annars vóru tað bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag og Klaksvíkar Róðrarfelag, sum kappaðust um fyrstu plássini. Endaspurturin hjá Fípuni Føgru var rættiliga góður. Tá eydnaðist tað at taka Sílið, sum eina løtu var undan Fípuni.

Sjóvarmoy hjá klaksvíkingum, sum vann bronsu í FM kappingini, endaði í dag á fimta plássi.

 

1Títlingur02:55.33
2Fípan Fagra02:57.09
3Sílið02:58.41
4Dúgvan03:00.03
5Sævarmoy03:00.32
6Firildur03:01.47
7Ørnin03:02.37
8Havfrúgvin03:03.14
9Ingibjørg03:08.43
10Ternan03:09.14

 

FM

1Títtlingur42
2Fípan Fagra37
3Sævarmoy25
4Dúgvan23
5Ørnin21