TNS New Saints eigur eitt ótrúligt heimsmet

Gamlaárskvøld í 2016 varð TNS New Saints umrøtt í øllum fótbóltsheiminum fyri at hava vunnið flest dystir á rað

Gamlaárskvøld í 2016 koppaði TNS New Saints einum meti hjá legendariska Ajax Amsterdam liðnum, ið niðurlendska liðið hevði havt í 44 ár

Gamlaárskvøld í 2016 koppaði TNS New Saints einum meti hjá legendariska Ajax Amsterdam liðnum, ið niðurlendska liðið hevði havt í 44 ár

Í kvøld klokkan 19 skal B36 royna seg í øðrum umfari í Europa League undankappingini á Tórsvølli móti TNS New Saints úr Wales. Dysturin byrjar klokkan 19, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

The New Saints, ella TNS úr Wales, var eisini mótstøðuliðið hjá B36 í Champions League undankappingini í 2015

Hálvtannað ár seinni setti TNS eitt ótrúligt heimsmet.

Táverandi walisiska meistaraliðið megnaði at sláa metið hjá legendariska Ajax Amsterdam liðnum við Johan Cruyff á odda, sum afturi í 1972 kundi hátíðarhalda, at teir høvdu vunnið 26 dystir á rað.

TNS New Saints gjørdi ikki mætari enn at vinna 27 dystir á rað í walisisku landskappingini, og í walisisku steypakappingini í 2016. Heimsmetið gjørdist veruleiki gamlaárskvøld 2016, tá TNS vann 2-0 á Cefn Druids.

Í TNS New Saints vóru tey glað og stolt um metið, men í felagnum undirstrikaðu tey, at tey á ongan hátt vildu samanbera seg við Ajax Amsterdam, sum í 1972 vann niðurlendsku heiðursdeildina, niðurlendsku steypakappingina, og Champions Cup, sum Champions League æt í hinari øldini. 

Tá B36 og TNS New Saints møttust í Champions League undankappingini í 2015 tapti B36 sera tepurt 1-2 heima, men tapti greitt 1-4 á útivølli. Men viðurskiftini hjá TNS New Saints, ítróttarliga og fíggjarliga eru nakað skerd síðani tá.

HER sæst eitt innslag sum FIFA TV gjørdi um heimsmetið hjá TNS New Saints: 

##med2##

Gamlaárskvøld í 2016 koppaði TNS New Saints einum meti hjá legendariska Ajax Amsterdam liðnum, ið niðurlendska liðið hevði havt í 44 ár

Innslag frá FIFA TV um heimsmetið hjá TNS New Saints