Toftamenn eru á veg úr Vágum við sigri

1. DEILD: B68 vann seinnapartin 2-1 í lykladystinum á útivølli ímóti 07 Vestur, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum

Tað vóru tvey av liðunum, sum hava møguleika at vera við í kappingini um at flyta upp úr næstbestu deildini, sum seinnapartin hittust á Dungasandi í Sørvági.

Úrslitið var, at B68 vann 2-1. Hálvleiksstøðan var 1-0.

Sigurin ber við sær, at B68 hevur 10 stig og er oddalið. B68 hevur vunnið tríggjar dystir, spælt ein javnan og ongan tapt.

Hetta var fyrsta tapið hjá 07 Vestur, sum ongan dyst hevur vunnið. Tríggjar tær fyrstu ferðirnar endaði tað javnt.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Andri Benjaminsen B68 framum 1-0 eftir innlegg frá Peturi í Túni Petersen, sum er vongverji í høgru. Hetta var fjórða málið hjá Andri Benjaminsen, sum er toppskjútti.

Toftamenn vóru sera ágangandi fyrstu løtuna eftir steðgin. Teir høvdu fleiri royndir ímóti heimamálinum, og í 48. minutti eydnaðist tað at økja um leiðsluna til 2-0. Málskjútti var liðformaðurin Óli Højgaard Olsen.

2-0 var tað, inntil tveir minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina. Tá vann heimaliðið brotsspark, sum Tór-Ingar Akselsen umsetti til 2-1 til B68.

So spenti 07 Vestur álopsbogan í botn í vón, at tað aftur í dag skuldi eydnast at javna. Fyri viku síðani var 07 Vestur aftanfyri 3-0 eftir fyrra hálvleik ímóti HB, og tá eydnaíst tað at javna til 3-3.

Í dag eydnaðist tað ikki at  javna. Fram ímóti dystarenda hevði 07 Vestur hornaspar­­­­­k, og støðan var spent í B68 brotsteiginum, men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, høvdu toftamenn vunnið 2-1.