Toftamenn settir upp á pláss

1. DEILD: Teir næstbestu hjá Víkingi vunnu ímóti besta boðnum at flyta upp

Hans Jákup Lervig legði Víking á odda 1-0

Hans Jákup Lervig legði Víking á odda 1-0

B68 hevur einki við sær í viðførinum eftir oyggjauppgerðina í Leirvík ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.

Inntil tað restaði ett korter, sá tað út til at fera at verrða tryggur heimasigur, tí inntil tá var Víkingur frammanfyri 2-0.

Men so vóru heimamenninir so óhepnir at gera sjálvmál, og so var heilt spennandi fram ímóti dystarenda. Áki Johannesen smekkaði til, og bólturin tók í Geza Turi hjá Víkingi.

Ein minutt undan dystarenda  hevði B68 liðformaðurin, Óli H. Olsen, góðan møguleika at javna, men bólturin fór framvið málinum aftanfyri Sonna Højgaard, sum í ár verjin málið á næstbesta liðnum hjá Víkingi.

Hans Jákup Lervig legði heimaliðið framum 1-0, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Uppleggið átti Ingi Jonhardsson. Næst við at javna var B68, tá ið Óli H. Olsen sendi bóltin í tvørtræið.

Fyrstu løtuna eftir steðgin hevði Víkingur fleiri hornaspørk, sum eingin úrtøkan fekst úr. Eitt lítið korter var farið, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Víking. Óla Kristian Skála Jacobsen hevur fleiri ferðir fyrr í ár verið tryggur úr ellivu metrum, og tað var hann aftur í dag.

2-1 sigurin ber við sær, at Víkingur framvegis er topplið – við 16 stigum.

B68 hevur 11 stig.

Í sjeynda umfari skal Víkingur til Klaksvíkar, og B68 skal spæla á útivølli ímóti B71.

Hans Jákup Lervig legði Víking á odda 1-0