Seinasta vónin hjá VB

Møguleikin hjá VB at koma í FM-finaluna hongur í sera klønum tráð

Við átta stigum upp til Neistan, sum er nummar tvey á stigatalvuni, er sera trupult hjá VB at síggja nakran møguleika fyri finaluplássinum, sum annars var málið undan kappingarbyrjan.

 

Tí er tað seinasta restin av vónini, sum VB hongur seg í, nú Neistin vitjar í kvøld. Hinvegin kann Neistin taka enn eitt avgerandi fet móti FM-finaluni, sum tær vinna dystin.

 

Fyrr í ár vann Neistin í VB-høllini, og júst tann sigurin hevur verið ein avgerandi faktorur í, at Neistin størsta partin av kappingarárinum hevur hildið seg beint framman fyri grannarnar í Kyndli í oddastríðnum.

 

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.30.