Tom Brady takkar fyri seg í New England

Hann er 42 ára gamal, men heldur helst fram við at spæla.

Tom Brady eftir tapið fyri Tennessee Titans í fjør, sum gjørdist hansara síðsti dystur í Patriots-búnanum.

Tom Brady eftir tapið fyri Tennessee Titans í fjør, sum gjørdist hansara síðsti dystur í Patriots-búnanum.

Tom Brady, sum er mettur at vera ein hin besti spælarin í søguni í amerikanskum fótbólti, hevur í dag takkað fyri seg í New England Patriots, har hann annars hevur spælt alla sína yrkisleið.

42 ára gamli quarterbackurin varð draftaður í ár 2000 av New England Patriots, sum hann hesi seinastu 20 árini hevur vunnið heili seks Super Bowl-ringar saman við.

Tað er Tom Brady sjálvur, sum í einum skrivi á sosialum miðlum takkar fyri seg í New England Patriots.

- Til allar liðfelagar, venjarar, starvsfólk, venjaran Belichick, Robert Kraft (eigaran, red.), Kraft-familjuna og alt felagið. Eg kundi ikki verið tann maðurin, sum eg eri í dag, uttan tey sambondini tit loyvdu mær at knýta saman við tykkum, skrivar Tom Brady.

Hóast hann nú er at rokna sum ein fótbóltsleikari í tí avgjørt eldra endanum, so er hann tó framvegis kropsliga væl fyri, og tað er ikki vist, at hann gevst við at spæla fótbólt.

- Eg veit ikki hvat mín fótbóltsframtíð hevur at bjóða, men eg eri tilreiðar at lata upp fyri næsta stigi í lívi mínum og á yrkisleið míni, skrivar Tom Brady.

Sambært leysasøgum verða Tampa Bay Buccaneers, Miami Dolphins og Los Angeles Chargers mett at vera góð boð upp á ein nýggjan arbeiðsgevara hjá Tom Brady.

Tom Brady eftir tapið fyri Tennessee Titans í fjør, sum gjørdist hansara síðsti dystur í Patriots-búnanum.