Toppdystur í Okkaradeildini í kvøld

VÍF er tvey stig aftanfyri oddaliðið áðrenn dystin í Hoyvíkshøllini í kvøld

Hilmar Leon Jakobsen og H71 ætla sær at økja í oddinum - VÍF vil leggja seg undir liðina á hoyvíkingum

Hilmar Leon Jakobsen og H71 ætla sær at økja í oddinum - VÍF vil leggja seg undir liðina á hoyvíkingum

Okkaradeildin:

Klokkan 20.00: Kyndil - Team Klaksvík, Høllin á Hálsi.

Klokkan 20.00: H71 - VÍF, Hoyvíkshøllin. (FM1 sigur frá).

Botndystur og toppdystur eru á skránni í Okkaradeildini í kvøld.

Á Høllini á Hálsi ætlar Kyndil sær at vinna sær eina lítla vón um at tað kann eydnast at bjóða av um fýra fremstu plássini, meðan VÍF ætlar sær at leggja seg undir liðina á H71 á oddasessinum.

Hetta var at lesa um H71 og VÍF í Ítrottarsosialinum mánadagin:

H71 hevur verið favorittur til allar sínar dystir, og tað verða Føroyameistararnir eisini mikukvøldið. Men VÍF er í einum sera góðum stima. Vestmenningar vóru í trongum skóm, tá ið teir tíðliga á árinum taptu ímóti H71 og KÍF, men síðani reistu teir seg við tveimum javnleikum og so fýra sigrum á rað.

Breiddin ger H71 til favoritt

Tað skal kortini ganga vestmenningum rættiliga væl um tað skal eydnast at basa H71 í Hoyvík. Munurin á liðnum er breiddin. Teir fyrstu sjey ella kanska átta leikararnir hjá VÍF skulu raka eitt høgt støði allan dystin, so hevur VÍF ein møguleika. Serliga um Mladen Mjerimacka fær bjargingar og Filip Jojic sleppur til skot.

Tað, ið ger H71 til favorittar er, at teir fyrstu sjey helst eru á minst sama støði sum VÍF, men at teir næstu sjey so eru eitt støði omanfyri, um vit skulu gera eina skjóta meting.

Vinnur H71 dystin kunnu Føroyameistararnir venja seg við, at miðlarnir fara gerast fullvísir í, at H71 tekur fremsta plássið í grundspælinum. Vinnur VÍF dystin, fara miðlarnir at fegnast um ein ovurstóran spenning, nú grundspælið er meira enn hálvliðið.

Sosialurin kann keypast á netinum á www.sosialurin.fo

Innanhýsis dystir

 

Team Klaksvík – Kyndil 14-31
Okkaradeildin: 06/10/2019
Málskjúttar Team Klaksvíks
Beinir Johannesen4
Sámal á Tjaldrafløtti3
Kaito Nakahodo2
Kjartan á Gravarbø2
Jens Pauli Mohr1
Sakaris Ludvík Súnason1
Vilhelm Vilhelmsen1
Málskjúttar Kyndils
Anders Risdal7
Kristoffur Bjørgvin6
Tummas Pauli Hanusarson5
Hjalti Mohr Jacobsen5
Rógvi Dal Christiansen3
Jóni G. Viderø1
Janus Jakobsen1
John í Innistovu1
Tróndur Wardum1
Ovi Lützen1

 

VÍF – H71 19-24
Okkaradeildin: 18/09/2019
Málskjúttar hjá VÍF
Filip Jojic8
Sjúrður Olsen4
Magnus Müller2
Hallur Arason1
Jóhann í Garðastovu1
Andrias Eriksen1
Rúni Fossdal1
Bjarti Hansen1
Málskjúttar hjá H71
Peter Krogh6
Vilhelm Poulsen4
Rúni Vest Højgaard3
Bogi Hansen3
Sakaris Aniano Sakarisson2
Leivur Mortensen2
Elias Ellefsen á Skipagøtu2
Ári Dam1
Sigmundur Dahl1

Støðan í Okkaradeildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7182411915014
2StÍF10285276913
3Neistin102692432612
4VÍF92632402312
5KÍF9251240119
6Kyndil9229252-234
7Team Klaksvík9200296-960

Hilmar Leon Jakobsen og H71 ætla sær at økja í oddinum - VÍF vil leggja seg undir liðina á hoyvíkingum