Toppdysturin endaði við javnleiki

1. DEILD: NSÍ javnaði til 2-2 í Klaksvík, tá ið tað restaðu fimm minuttir

Tað var eitt frískt lágættarlot, men toppdysturin í Klaksvík í kvøld var undirhaldandi og spenningurin helt sær til síðsta bríksl.

Úrslitið var 2-2, eftir at NSÍ eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 1-0. Einasti málskjútti í fyrra hálvleiki var Jannik M. Olsen, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði NSÍ framum.

Í fyrsta minutti eftir steðgin javnaði Kristoffur Jakonsen til 1-1, og tíggju minuttir seinni legði Hjalgrím Elttør KÍ á odda 2-1.

Tann støðan helt sær, inntil tað restaðu fimm minuttir. Tá skoraði Mórits Heini Mortensen, og so endaði tað 2-2.

Úrslitið ber við sær, at NSÍ saman við Víkingi er oddalið við 49 stigum. KÍ er á triðja plássi við 48 stigum, og 07 Vestur er á fjórða plássi við 44 stigum.

Sunnudagin skal KÍ spæla útsettan dyst ímóti B71 á Sandi. Annan leygardag skal NSÍ í næstsíðsta umfari spæla á Skála, og KÍ fær vitjan av EB/Streymi.