John Petersen tekur yvir í B36

(Mynd: fsf.fo) John Petersen

(Mynd: fsf.fo) John Petersen

Tað verður John Petersen, sum saman við Milan Kuljic, skal standa á odda fyri B36, tá Mikkjal Thomassen, høvðusvenjari í B36, verður burturstaddur í útbúgvingarørindum komandi tíðina.

 

Leiðslan í felagnum boðaði fyri eitt sindur av tíð síðan, at Mikkjal Thomassen ikki verður tøkur alla seinnu hálvu hjá árstalsfelagnum vegna krevjandi útbúgving. Hóast tað ikki er endaliga váttað, so bendir alt á, at John Petersen kemur at hjálpa Milan Kuljic at stýra B36.

 

Talan er í grundini um ein dyst, men helst verður John Petersen at síggja til minst tríggjar av dystunum. Talan er um dystirnar móti 07 Vestur úti, AB í Gundadali og grannauppgerðina móti HB.

 

John Petersen hevur fyrr verið hjálparvenjari hjá júst Mikkjali Thomassen í B36. Tað var í 2011, tá B36 vann FM. Skálamaðurin hevur eisini staðið á odda fyri Skála í 2007 og 2008, umframt at hann var hjálparvenjari hjá AB í 2009.