Toppliðið kiksaði á heimavølli

1. DEILD: HB javnaði í síðstu løtu í Runavík

Tað endaði 2-2, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ leygarkvøldið høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá HB.

Hálvleiksstøðan var 1-1, og tann støðan helt sær, inntil tað restaðu fimm minuttir. Tá legði Andri Benjaminsen NSÍ framum 2-1, men HB svaraði aftur í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Martin Hjaltalin Dam skoraði til 2-2 í 93. minutti.

Í 11. minutti legði Símun Sólheim HB framum 1-0, og sjey minuttir seinni javnaði Óli H. Olsen til 1-1.

Úrslitið ber við sær, at NSÍ, sum var fremst undan hesum umfarinum, nú er næstfremst. Víkingur er topplið við 40 stigum, og NSÍ er næstfremst við 39 stigum.

HB hevur 14 stig og er næstaftast. EB/Streymur er aftast við 12 stigum, og á áttanda plássi er Skála við 17 stigum.