Toppliðið kiksaði í Gundadali

1. DEILD: B36 javnaði í næstsíðsta minutti við brotssparki ímóti NSÍ

Gilli Samuelsen legði B36 framum 1-0

Gilli Samuelsen legði B36 framum 1-0

NSÍ var undan hesum umfarinum topplið í næstbestu deildini við 37 stigum, og B36 var nummar sjey við 17 stigum.

Klokkan 11 bríkslaði Johan Petur Michelsen fyri fyrstu ferð, og tá ið hann bríkslaði fyri síðstu ferð var 2-2.

Eftir fyrra hálvleik var 1-1. NSÍ legði seg framum 2-1 tíggju minuttir eftir steðgin. Málskjútti var Óli Højgaard Olsen. NSÍ leiðslan helt sær inntil í næstsíðsta minutti. Tá varð bríkslað fyri brotssparki til heimaliðið. Innskifti Rasmus Dan Sørensen, sum er heima í summarfrí og fyri fyrstu ferð var á liðnum, var tryggur úr ellivu metrum, og so endaði tað 2-2.

Í fyrra hálvleiki legði Gilli Samuelsen B36 framum, tá ið ein lítil hálvur tími var farin, og tveir minuttir undan steðginum javnaði Andri Benjaminsen til 1-1.

Símun Rógvi Hansen vardi B36 málið, og úti á vøllinum var Gilli Samuelsen tann einasti, sum hevur verið nakað serligt á besta liðnum.

Á NSÍ liðnum var eingin, sum higartil í ár hevur verið nakað serligt á besta liðnum.

NSÍ hevur 38 stig og er topplið frammanfyri Víking, sum hevur 37 stig.

B36 hevur 18 stig – tvey stig fleiri enn Skála og sama stigatal sum B68. Í løtuni spæla toftamenn í Gundadali ímóti HB. 

Gilli Samuelsen legði B36 framum 1-0