Toppliðið tapti á Sandi

1. DEILD: Marcus Clementsen var tvífaldur málskjútti, tá ið B71 vann ímóti Víkingi

Sandoyingar tóku í kvøld stórt fet burtur úr vandanum fyri at flyta niður. Tað gjørdi B71 við at vinna óvæntað trivaligan 4-1 sigur ímóti Víkingi, sum undan hesum umfarinum var topplið í næstbestu deildini, meðan B71 var á sjeynda plássi og bara tvey stig frá níggunda plássi.

Undan hesum umfarinum hevði Víkingur 49 stig og B71 26 stig.

Tijani Mohammed setti hol á longu í fjórða minuttir, og bara tríggjar minuttir seinni var 2-0. Málskjútti til 2-0 var Marcus Clementsen. Í síðsta minutti undan steðginum økti Símin Hansen um munin til 3-0.

Tað restaði eitt korter, tá ið Rani Hansen minkaði um munin til 3-1, og fimm minuttir undan leikloki staðfesti Marcus Clementsen 4-1 heimasigurin. Hann varð harvið tvífaldur málskjútti, og 4-1 B71 sigurin ber við sær, at B71 nú er fimm stig frá níggjunda plássi.

Í næstsíðsta umfari fær B71 vitjan av B68, meðan Víkingur skal spæla í Gundadali ímóti HB.