Toppskjúttarnir í toppdysti

Nummar tvey og trý á stigatalvuni og eitt og tvey á toppskjúttalistanum bresta saman í SMS-deildini klokkan 14.00

Turið Arge Samuelsen liggur fremst á toppskjúttalistanum í SMS-deildini áðrenn dystin ímóti H71 í dag

Turið Arge Samuelsen liggur fremst á toppskjúttalistanum í SMS-deildini áðrenn dystin ímóti H71 í dag

SMS-deildin: Kyndil - H71 klokkan 14.00 í Høllini á Hálsi (FM1 sigur frá dystinum)

Tað er javnt millum tey fremstu trý í SMS-deildini áðrenn Kyndil og H71 spæla klokkan 14.00 í Høllini á Hálsi.

Bæði Kyndil og H71 eru í góðum hýri eftir at liðini vunnu greiðar sigrar á ávikavist Neistanum og VÍF fyrr í vikuni.

Sí eisini:

H71 vann aftur á VÍF

Turið og Kyndil knústu Neistan

Hetta er annar dystur av trimum millum Kyndil og H71 í grundspælinum. Tann fyrsta vann Kyndil í einum óvanliga málfátækum dysti, har Kyndil eitt nú var á odda 3-0 tá ið 17 minuttir vóru leiktir.

Í miðvikuni vóru bæði liðini kortini í málhýri, og tað verður eisini ein dystur ímillum tær báðar, ið hava skotið flest mál í SMS-deildini higartil.

Ímóti Neistanum hóskvøldið var merkisvert at vanligi vinstri vongurin, Turið Arge Samuelsen, spældi bakkur so at siga allan dystin. Hon takkaði tá fyri við 12 málum og legði seg á odda á toppskjúttalistanum við 59 málum.

Oddasessin tók kyndilskvinnan frá Maritu Mortensen, sum hevði lagt seg fyribils á odda kvøldið fyri við átta málum ímóti VÍF. Vinstri bakkurin hjá H71 hevur skotið 56 mál til samans hetta kappingarárið.

Um leikararnir eru varugir við kappingina á toppskjúttalistanum ella ikki, so snýr tað seg fyrst og fremst um at vinna liði sínum tvey stig í dystinum sum verður leiktur í dag klokkan 14.00 í Høllini á Hálsi

Innanhýsis dystir hetta kappingarárið:

 

H71 – Kyndil 14-18
SMS-deildin: 27/10/2019
Málskjúttar H71
Durita Toftum Joensen4
Maria Halsdóttir Weyhe3
Marita Mortensen3
Sofie Søberg Larsen3
Eva Barba Arge1
Málskjúttar Kyndils
Súna Krossteig Hansen6
Bára Krossteig Hansen3
Turið Arge Samuelsen3
Ásleyg Súnadóttir2
Beinta Lindberg Hansen2
Beinta Bárðardóttir1
Halla Skylv Midjord1

Støðan í SMS-deildini áðrenn dystin (hsf.fo):

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF92491985114
2Kyndil82141466812
3H7182121852712
4Neistin92171981910
5Stjørnan9225240-158
6StÍF9193270-774
7VB8169242-730

Síggj toppskjúttalistan í Ítrottarsosialinum mánadagin

 

 

Turið Arge Samuelsen liggur fremst á toppskjúttalistanum í SMS-deildini áðrenn dystin ímóti H71 í dag