Torførasti dysturin í søguni - Málmunurin kann gerast altavgerandi

In.fo metir um dystin ímóti Danmark í kvøld

Rókur Akralíð og Kjartan Johansen hava eina sera torføra uppgávu í kvøld

Rókur Akralíð og Kjartan Johansen hava eina sera torføra uppgávu í kvøld

Dysturin Danmark - Føroyar verður leiktur í kvøld klokkan 17.00 - FM1 sigur beinleiðis frá og hevur undansending frá klokkan 16.00

 

Donsku heimsmeistararnir taka ímóti føroyska landsliðnum í einari fullsettari høll - Gigantium Arena í Aalborg - í kvøld.

Føroyar hava einaferð áður spælt ímóti Danmark, tá ið Føroyar áttu heimavøll í Skjern í oktober, og tað endaði tá við einum avsmurningi upp á 18 mál. Ì januar mánaði vísti danska hondbóltslandsliðið, at tað ikki bara vóru føroyingar, ið máttu dragast ígjøgnum donsku álopsmaskinuna, tí Danmark vann ein stórsigur fyri og annan eftir, tá ið liðið gjørdist heimsmeistari við øgiligari sannføring.

 

Fáu fyrimunirnir hjá Føroyum

Skal ein finna nakrar fyrimunir, ið Føroyar hava í dystinum í kvøld, so er tað, at Føroyar hava meira at spæla fyri enn Danmark á stigatalvuni. Danmark hevur longu tryggjað sær fremsta plássið í bólkinum, og fer óivað at spara leikarar. Danski landsliðsvenjarin hevur eitt nú sagt at ætlanin er at spara heimsins besta leikara í 2019, Mikkel Hansen, ið veruliga vísti seg fram í seinasta dysti ímóti Føroyum.

Føroyar hava hinvegin alt at spæla fyri. Tey niðastu liðini í undankappingini skulu nevnliga spæla um at fáa pláss í undankappingini til EM 2022.

Les greining av tí støðuni við at trýsta HER

Í stuttum snýr tað seg bert um at fáa eitt betri úrslit enn Belgia, ið í kvøld spælir á útivølli ímóti Kroatia. Kroatia er eitt av heimsins bestu liðum, men í løtuni nakað undir støðinum hjá Danmark, ið greitt er at meta sum sterkasta landsliðið í løtuni.

Men tað er als ikki óhugsandi at Kroatia vinnur við nógvum á Belgia, og tí kann hvørt mál ímóti Danmark eisini gerast avgerandi. Hetta má geva føroysku leikarunum eina eyka orsøk at stríðast fyri hvørjum bólti, hóast tað skuldi enda við einum so stórum muni sum seinast.

Harafturat er danska maskinan ikki líka væl smurd sum í oktober, tá ið liðið var í fyrireikingum, ið úrslitaðu í einum hinum mest sannførandi heimsmeistaraheitinum í søguni.

 

Donsku leikararnir ætla sær ikki at taka sær av løttum

Tað er kanska eisini bara ein naiv vón, at tað skuldi verið ein fyrimunur fyri Føroyar um Mikkel Hansen og aðrar stjørnur verða spardar. Tí teir, ið koma inn í staðin, fáa høvi at vísa landsliðsvenjaranum at teir eru til reiðar at spæla fast á landsliðnum. Hetta eru leikarar sum Jacob Holm, Niclas Kirkeløke, René Antonsen, Lasse Anderson og Jóhan á Plógv Hansen. Hetta eru allir leikarar í heimsflokki, ið stríðast fyri at finna sær pláss á landsliðnum, og tað kann gerast eyka trupult fyri Føroyar um teir finna eitt gott samanspæl fram.

Harafturat er hetta fyrstu ferð at Danmark spæla heimadysti í Jútlandi síðani heimsmeistaraheitið. Tað er í Jútlandi at hondbóltur er serliga væl umtøktur í Danmark, og donsku leikararnir ynskja at geva áskoðarunum eitt upplivilsi í Aalborg, har hondbóltsfepurin hevur valdað seinastu vikuna. Fyri einari viku síðani vann Aalborg danmarksmeistaraheitið, og tveir av leikarunum, Henrik Mølgaard og Rene Antonsen ynskja at geva áskoðarunum enn eina uppliving ímóti Føroyum.

 

Torførasti dysturin nakrantíð

Í mun til fyrsta dystin ímóti Danmark, tá ið dysturin ikki hevði nakað serligt at siga fyri stigatalvuna, vóna føroysku leikararnir stillisliga, at tað fer at bera til at fáa eitt betri úrslit enn Belgia í kvøld.

Sostatt standa føroysku leikararnir í torførastu støðuni hjá einum hondbóltsleikara yvirhøvur: At fáa eitt úrslit ímóti einum av heimsins bestu liðum nakrantíð.

Rókur Akralíð og Kjartan Johansen hava eina sera torføra uppgávu í kvøld