Torkil ímóti heimsstjørnunum

Føroyski súkklarin súkklar í hesum døgum ímóti heimsstjørnum sum Mark Cavendish og Greg van Avermaet.

Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, luttekur í hesum døgum saman við liðfeløgum sínum á Riwal Readynez-liðnum í stóru ensku súkklukappingini, Tour de Yorkshire, sum er ein kapping á allarhægsta støði í súkkluheiminum - nevniliga á World Tour, ið er ein flokkur hægri enn har Riwal Readynez vanliga luttekur, á procontinental-støði.

Tað, at Torkil og teir nú luttaka á World Tour, sæst aftur á so mangar mátar. Eitt nú við at hyggja at mótstøðumonnunum, har heimskendir súkklarar so sum Mark Cavendish, ið hevur vunnið 30 teinar í Tour de France, og Chris Froome eru við í Tour de Yorkshire, sum byrjaði í dag og heldur á við trimum teinum afturat næstu tríggjar dagarnar.

Á 182,5 kilometrar langa teininum úr Doncaster til Selby í dag var uppgávan hjá Riwal Readynez einføld. Nevniliga at halda kapteynin á liðnum, Alexander Kamp, í tryggari støðu, soleiðis at hann kann standa seg sum best møguligt í truplu royndini eftir samlaða kappingarsigrinum, sum er stóra málið hjá Riwal Readynez í Tour de Yorkshire.

- Tað gekk sum tað skuldi, sigur Torkil Veyhe um fyrsta teinin, har hann kom einsamallur um málstrikuna seks minuttir og 43 sekund aftaná feltið, har hollendski Jesper Asselman frá Roompot - Charles heldur óvæntað júst megnaði at varðveita munin frá einum lítlum útbroti og koyrdi fyrstur um málstrikuna.

- Eg hevði ikki meira, sum eg kundi hjálpa við, so eg rullaði bara á mál fyri at spara meg, sigur Torkil og leggur afturat, at hann merkir tað á kroppinum, at hann hevur verið raktur av sjúku dagarnar undan kappingarbyrjan.

Hann viðgongur, at tað eisini merkist, at teir nú súkkla á hægsta stigi.

- Ja, tá ið ferðin verður skrúvað í topp, so merkir man, at teir á World Tour hava eitt sindur meira at koyra við, sigur Torkil.

Á 2. teini verða í morgin súkklaðir 132 kilometrar úr Barnsley til Bedale. Kappingin verður víst beinleiðis á danska TV2 Sport, og í morgin verður byrjað at vísa frá kappingini kl.14.40.