Torkil og Føroyar fingu fimta pláss

Torkil Veyhe endaði fimtfremstur á einkultstartinum á Gibraltar í dag. Føroyar fingu eisini fimta pláss í liðkappingini.

Torkil Veyhe stríðir seg niðan á Gibraltarklettin (Mynd: Gyða Tróndardóttir)

Torkil Veyhe stríðir seg niðan á Gibraltarklettin (Mynd: Gyða Tróndardóttir)

Føroyska súkklustjørnan, Torkil Veyhe, hevði ikki eina yndisrutu, tá ið hann skuldi lofta føroysku vónirnar um heiðursmerki í súkkling.

Eyðkendi kletturin á Gibraltar var málið á og tað var ein óvanliga harður teinur.

Teinurin hóskaði seg eisini best til heilt løttu fjallaklintrararnar, og teir sum fingu bestu tíðirnar mundu vera væl lættari enn føroyski 'puncheur'-bygdi súkklarin.

Torkil Veyhe var kortini ímillum teir bestu og kom á mál í fimtbestu tíðini við 37,78 sekund eftir vinnaran úr Saaremaa, ið kom á mál við tíðini 37 minuttir og 42,24 sekund.

 

Hinir føroysku súkklararnir, Dávur Magnussen,, Helgi Winther Olsen, Gunnar Dahl-Olsen og Jákup Petur Eliassen komu á ávikavist 22., 24., 35. og 38. pláss.

Savnaðu tíðurnar hjá føroyska liðnum rukku til fimta plássið í liðkappingini, sum Isle of Man vann tepurt frammanfyri Saaremaa

Torkil Veyhe stríðir seg niðan á Gibraltarklettin (Mynd: Gyða Tróndardóttir)