Torkil og teir mistu á stokkinum

Tour de Yorkshire: Liðfelagin hjá Torkili Veyhe ætlaði sær samlaða sigurin, men bleiv nummar fýra.

Greg van Avermaet spurtaði seg til sigurin á fjórða og seinasta teini í Tour de Yorkshire í dag.

Greg van Avermaet spurtaði seg til sigurin á fjórða og seinasta teini í Tour de Yorkshire í dag.

Torkil Veyhe og teir úr Riwal Readynez lógu væl fyri í samlaðu kappingini í Tour de Yorkshire, tá ið teir undan fjórða og seinasta teininum í dag høvdu Alexander Kamp á einum deildum fyrstaplássi, og harnæst skuldu súkkla í einum landslagi, ið passar Alexander Kamp væl.

Riwal Readynez var eisini leingi væl við á teininum, men tað fækkaðist við hjálparum til Alexander Kamp, sum at enda sat einsamallur og ikki stóð seg í kappingini við stinnar menn frá Team INEOS (fyrr: Team Sky) og Greg van Avermaet frá CCC Team.

Tað endaði við, at Greg van Avermaet fór avstað við sigrinum á dagsins teini, og at Chris Lawless vann samlaða sigurin. Alexander Kamp datt úr topp trý, sum - hóast eitt samanumtikið framúr avrik í kappingini - var eitt stórt vónbrot fyri hann og Riwal Readynez.

Í Sosialinum í morgin verður samanumtøka av kappingini og samrøða við Torkil Veyhe.


Tour de Yorkshire - endalig støða

1. Chris Lawless (Team INEOS)

2. Greg van Avermaet (CCC Team) + 0:02

3. Eddie Dunbar (Team INEOS) + 0:11

4. Alexander Kamp (Riwal Readynez) + 0:15

5. James Shaw (SwiftCarbon) + 0:25

P { margin-bottom: 0.21cm; }

Greg van Avermaet spurtaði seg til sigurin á fjórða og seinasta teini í Tour de Yorkshire í dag.