Torkil og teir vunnu triðja teinin

Riwal Readynez legði í dag Chris Froome og allar hinar aftur um seg og vann triðja teinin í Tour de Yorkshire.

Alexander Kamp fer her fyrstur um málstrikuna á dagsins teini í Tour de Yorkshire.

Alexander Kamp fer her fyrstur um málstrikuna á dagsins teini í Tour de Yorkshire.

Hóast teir vanliga súkkla á næsthægsta støðinum, procontinental, og teir einans hava fingið eitt wildcard til World Tour-kappingina, Tour de Yorkshire, so vóru Torkil Veyhe og teir úr danska Riwal Readynez við til at mynda hesa kappingina í dag, har teir høvdu fýra súkklarar við síðstu áleið 50 kilometrarnar í einum lítlum felti saman við stjørnum so sum ferfalda Tour de France-vinnaranum, Chris Froome, og OL-vinnaranum, Greg van Avermaet.

Eisini í spurtinum framdi lítla danska liðið tað óvæntaða. Mong mundu helst vænta, at Andreas Stokbro fór at royna seg ímóti favorittinum, Chris Lawless, men á málstrikuni snýtti kapteynurin hjá Riwal Readynez, Alexander Kamp, teir allar samlar og fór fyrstur um málstrikuna. Hann vann harvið teinin í dag og legði seg harumframt á eitt samlað fyrstapláss í kappingini.

- Hetta var ikki so býtt. Tað gekk til UG, má man siga, sigur Torkil Veyhe, sum sjálvur brúkti alla sína orku tíðliga á teininum og kom á mál 18 minuttir og 33 sekund aftanfyri vinnaran.

- Taktikkurin var í grundini ikki at missa tíð, tí teinurin í morgin passar okkum best. Men legði eingin trýst á, skuldu vit gera tað eftir umleið 70 kilometrum. Tað var jú síðuvindur, sigur Torkil.

At leggja trýst á í síðuvindinum eydnaðist til fulnar hjá Riwal Readynez, sum fekk minkað munandi um feltið og nú hevur súkklað kapteynin, Alexander Kamp, í eina sera góða støðu undan seinasta teininum í morgin.

- Tað hevur allatíð verið ætlanin at súkkla fyri samlaða sigrinum til Alexander Kamp. Hann er í kanónformi fyri tíðina, sigur Torkil Veyhe.

Fjórði og seinasti teinurin í Tour de Yorkshire í morgin eru 175 harðir kilometrar úr Halifax til Leeds. Danska TV2 Sport sendir beinleiðis frá teininum frá kl.12.30.

Alexander Kamp fer her fyrstur um málstrikuna á dagsins teini í Tour de Yorkshire.