Tórur Fløtt nýtt met

Tórur Fløtt rakti 53 av 60 dugvum og setti met í eini skeet finalu. Gamla metið var hálvt hundrað dúgvur

Mynd: (Skjótisamband Føroya/Facebook) Tórur Fløtt

Mynd: (Skjótisamband Føroya/Facebook) Tórur Fløtt

Um vikuskifti bleiv skipað fyri 34 ára føðingardagskappingini í SKEET hjá Sunda Byrsufelag. Kappingina vann 23 ára gamli Tórur Fløtt, við at raka 53 útav 60 dúgvum í finaluni. Hetta er samstundis nýtt føroyskt met í eini skeet finalu, hjá einum føroyskum skeet skjútta. Gamla metið var 50 dúgvur, skrivar Skjótisambandið á Facebook.

Jóannis Joensen bleiv nummar tvey við 43 í finaluni, og Marius F. Joensen bleiv nummar trý við 37 í finaluni. Marius hevur verðið burturstaddur síðan februar mánað, men allíkavæl megnaði hann at skjóta 68 av teimum fyrstu 75 í innleiðandi umførunum.

Næsta kappingin verður ikki fyrr enn 25.-26. juli, tá Tórshamar Open er á skránni. Tann kappingin verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum. Tá verður kappast bæði í TRAP og SKEET.

Mynd: (Skjótisamband Føroya/Facebook) Tórur Fløtt