Tottenham er í holt við at skriva søgu

Í kvøld verður fyrra hálvfinalna í Champions League millum Tottenham og Ajax

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen kann skriva søgu saman við Tottenham í Champions League

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen kann skriva søgu saman við Tottenham í Champions League

Í kvøld verður fyrra hálvfinalna í Champions League millum Tottenham og Ajax. Hetta er fyrstu ferð, at heimaliðið er komið so langt í Champions League, meðan Ajax ikki hevur vunnið kappingina síðani 1995.

Tottenham vann í dramatiskari og hendingaríkari uppgerð á Manchester City í fjórðingsfinaluni, meðan Ajax heldur óvæntað hevur sligið bæði Real Madrid og síðani Juventus út úr kappingini. Á pappírinum er Tottenham favorittur við øllum Premier League pengunum, men Ajax hevur also vunnið kappingina fýra ferðir samanlagt. Her kann eisini nevnast, at Christian Eriksen, Jan Vertonghen, Davinson Sanchez og Toby Alderweireld hava allir spælt við Ajax.

##med2## 

Heimaliðið hevur væntandi bæði Moussa Sissoko og Jan Vertonghen, sum sat uttanfyri móti West Ham, klárar til dystin í kvøld. Tað telur niður at Harry Kane framvegis er skaddur, meðan Son Heung-min hevur leikbann til fyrra dystin. Harry Winks, Erik Lamela og Serge Aurier eru eisini skaddir.

Gestirnir úr Hollandi eru uttan Carel Eiting og Hassane Bande, meðan sterki vinstri bakkurin Nicolas Tagliafico er ivasamur. Eins og 1995-liðið, sum vann Champions League, eru fleiri spælarar á liðnum í dag, sum vit kunnu vænta at síggja í stórum evropesiskum feløgum í framtíðini.

 ##med3##

Í kvøld er vert at halda eyga við miðvallaranum, Frenkie de Jong, sum í summar skiftur til FC Barcelona. Hin stjørnan á liðnum er 19 ára gamli miðverjin Matthijs de Ligt, sum eisini væntast at skifta í næstum til eitt av stórfeløgunum í Evropa.

Veddingarfyritøkurnar hava Tottenham sum favoritt í kvøld, men tær høvdu eisini Real Madrid og Juventus sum favorittar móti Ajax í fyrr í kappingini.

 

Champions League hálvfinala:

Tottenham – Ajax (20.00)

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen kann skriva søgu saman við Tottenham í Champions League

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen í dysti fyri Aja, áðrenn hann bleiv seldur til Tottenham

Mynd: (Scanpix) Frenkie de Jong er verdur at halda eyga við í kvøld.