Tottenham spælarar í hornatøkum

Premier League: Hugo Lloris og Heung-Min Son fóru til hendur og venjarin fegnast um tað

Mynd: (Sky Sports)

Mynd: (Sky Sports)

Tottenham vann í gjár seinasta dystin í 33. umfari í Premier League. Dysturin verður lýstur sum ein tann vánaligasti í umfarinum, har eitt klossut sjálvmál bleiv avgerandi í 1-0 sigrinum hjá Tottenham móti Everton.

Mest umstrídda hendingin í dystinum var, tá dómarin bríkslaði til hálvleiks. Tá kom liðskiparin og málverjin hjá Tottenham, Hugo Lloris, rennandi í øðini eftir liðfelagnum Heung-Min Son. Teir endaðu í hornatøkum, áðrenn liðfelagarnir komu í millum.

Orsøkin er, at Heung-Min Son ikki er nóg grammur at renna í verjustøðu, tá Richarlison hjá Everton kemur í góða støðu. Eftir dystin bleiv José Mourinho, venjari hjá Tottenham, spurdur um støðuna.

- Tað var flott at síggja. Hetta er helst ein avleiðing av nøkur møtum, sum vit hava havt. Eg havi verið kritiskur um, at vit ikki seta okkum nóg stór krøv. Eg veit ikki um teir skumpast, men tað er týdningarmikið, at liðið mennist og forlangar meiri av hvørjum øðrum, segði José Mourinho á tíðindafundi eftir dystin.

Hugo Lloris segði eftir dystin, at slíkar hendingar skal mann ikki tosa um úti millum almenningin, men nakað sum hópurin taklar innanhýsis. Eftir dystin hálsfevndu umtalaðu spælararnir og alt er gott aftur.

1Liverpool33292272:2589
2Man City33213981:3466
3Leicester33177963:3158
4Chelsea331761060:4457
5Man Utd331510856:3355
6Wolves331313745:3652
7Arsenal331213849:4149
8Tottenham331391152:4448
9Sheffield Utd331212934:3348
10Burnley331371337:4646
11Everton331281340:4844
12Newcastle3311101235:4543
13Southampton331341642:5543
14Crystal Palace331191328:4042
15Brighton338121335:4436
16West Ham33871840:5831
17Watford336101729:5228
18Aston Villa33762036:6227
19Bournemouth33762032:5927
20Norwich33562225:6121

Mynd: (Sky Sports)