Triði sigurin hjá Skála á TB í ár (FM1)

(FM1) Hoyr Eyðun Klakstein, høvuðsvenjara hjá Skála og Poul Ingason hjá TB seta orð á dystin TB-Skála 0-2

Hjá Eyðun Klakstein og Skála er eingin millumvegur. Teir antin vinna ella tapa. Í dag kunnu teir fegnast um ein 2-0 sigur á TB á útivølli (Savnsmynd)

Hjá Eyðun Klakstein og Skála er eingin millumvegur. Teir antin vinna ella tapa. Í dag kunnu teir fegnast um ein 2-0 sigur á TB á útivølli (Savnsmynd)

##med2##

Skála vísir seg at hava takið á TB í ár. Tvær ferðir í landskappingini, heima og úti hevur Skála vunnið 2-0 á TB, og í kappingini um løgmanssteypið vann Skála í fjórðingsfinaluni 5-1 á TB undir Mýruhjalla á Skála.

Jákup Johansen, sum í fleiri mánaðar ikki hevur skorað, var í dag tvífaldur málskjútti hjá Skála.

Høvuðsvenjarin hjá Skála slær fast, at Skála fer altíð eftir sigrinum, og tað ber ella brestir hjá teimum. Í 18 dystum higartil er eingin endaður við javnleiki. Talan er um átta sigrar og 10 tap: - Vit lata 1. deildarliðið hjá okkum um javnleikirnar. Teir hava klárað 10 higartil í ár, sigur Eyðun Klakstein flennandi, ið vónar at fáa ein eins góðan seinasta triðing sum fyrsta triðing av kappingini, tá tað eydnaðist Skála at fáa 15 stig.

Poul Ingason sum fekk gula kortið í dag má sita yvir til komandi dyst hjá TB móti B36 á útivølli. Hann heldur, at avrikið í dag er tað slakasta avrikið hjá TB á heimavølli í ár. Hann viðgongur hálvgum, at TB hevur eitt Skála-kompleks í ár.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar sum vóru við Poul Ingason og Eyðun Klakstein í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1. 

Hjá Eyðun Klakstein og Skála er eingin millumvegur. Teir antin vinna ella tapa. Í dag kunnu teir fegnast um ein 2-0 sigur á TB á útivølli (Savnsmynd)

(Samrøður: Poul Ingason og Eyðun Klakstein)