Tríggir dystir í bestu mansdeildin í dag

Betri deildin menn 22. umfar: Spælt verður klokkan 15 og klokkan 16

Tað eru tríggir dystir í 22. umgari í Betri deildini hjá monnum í dag. Grannauppgerðin millum B36 og HB er útsett til í annaðkvøld, meðan dysturin millum KÍ og AB í gjár blriv útsettur til 4. novembur. Tí verða tíggir dystir í dag.

NSÍ-Skála klokkan 15 (Beinleiðis á FM1)

Við Løkin í Runavík er kommunuuppgerð millum NSÍ og Skála. Runavíkingar hava fingið ferð á kappingarárið aftur, eftir at teir vunnu á B36 í innnhýsis dystinum um bronsu heiðursmerki. Við sigrinum í Trongisvági eru teir nú fýra stig frammanfyri B36, men hava spælt tveir dystir fleiri.

Gestirnir eru í góðari gongd, so nú er spurningurin um tað er nokk til at arga NSÍ í eini kommunu- og grannauppgerð. 

TB-Víkingur klokkan 15

Í Trongisvági fær TB vitjan av Víkingi, sum hevur vunnið teprar sigrar í seinastuni. Heimaliðið er komið fyri seg í botnstríðnum, eftir at teir vunnu 3-0 á Argjum. Síðani tóku teir stig frá KÍ og taptu tepurt fyri NSÍ í Trongisvági. Víkingur hevur vunnið fimm sigrar upp í slag. Allar við einum máli. Heldur tað fram, so verður ferðin norður góð, men tað eru tekin um, at hetta kann blíva ein avbera spennandi dystur. 

ÍF-EB/Streymur klokkan 16 (Beinleiðis á FM1)

Í Fuglafirði verður dysturin um sætta plássið millum ÍF og EB/Streymi. Hetta eru tvey feløg, sum hava valt hvør sín leist. ÍF hevur satsað nógv og fingið fleiri spælarar inn til hetta kappingarárið. Tað hevur riggað væl fyri summarsteðgin, men síðani 12. juli hevur ÍF ikki fingið fult.

Hinvegin hevur EB/Streymur, sum hevur arbeitt nógv við nærumhvørvinum seinastu tey árini, víst stóra framgongd fyri fyrstu ferð í næstan trý ár. Nú hevur liðið fingið 19 stig og liggur undir liðið á ÍF, sum hevur fingið nógv rós í ár. Tað merkir eisini rós til EB/Streym.

1.HB204552
2.204048
3.NSÍ202444
4.B36183040
5.Víkingur201238
6.ÍF20-1821
7.EB/Streymur21-3119
8.TB21-1414
9.AB20-467
10.Skála20-423