Tríggir sita uttanfyri í kvøld

Upptakt ÍF-NSÍ: Tríggir spælarar hava leikbann til dystin í kvøld

Mynd: (Álvur Haraldsen) Petur Knudsen í dysti móti HB sunnukvøldið, har hann fekk gult kort

Mynd: (Álvur Haraldsen) Petur Knudsen í dysti móti HB sunnukvøldið, har hann fekk gult kort

Føroyskur fótbóltur í holt við eitt av teimum mest spennandi kappingarárunum í longri tíð. Enn eru fimm lið við í FM-stríðnum, meðan kappingin um at yvirliva er óviss og spennandi. Vit vita ikki hvussu nógv lið flyta niður, og tað er stutt millum AB, EB/Streym og ÍF.

Í hesum kappingarárinum liggja fleiri dystir á láni enn vanligt. Tað er orsaka av Evropa-lutøkuni hjá føroyskum feløgunum. Ein av teimum dystunum verður í kvøld í Fløtugerði millum ÍF og NSÍ.

##med2## 

Tað er á pappírinum ikki tann stóri spenningurin, tí gestirnir úr Runavík eru stórfavorittar at vinna. Heimaliðið hevur júst tapt 3-1 í botnuppgerðini móti AB á Argjum. Avrikið hjá flestu av fuglfirðingunum var langt undir miðal.

Gestirnir eru saman við B36 størstu avbjóðarnir hjá KÍ til FM-heitið. NSÍ hevur útmerkað seg í ár við at fáa úrslit seint í dystunum. Ein afturvendandi murra úr Runavík hevur verið, at liðið er betri fyri enn nakrantíð. Tað legði Guðjón Tórarson eisini dent á í upptaktini til kappingarárið. Hetta kom til sjóndar í dystinum móti Víkingi fyri hálvari aðru viku síðan, tá NSÍ vendi 0-2 til 3-2 í seinna hálvleiki.

Til dystin í kvøld verður NSÍ uttan Petur Knudsen og Bárður Jógvansson Hansen, sum báðir hava leikbann. ÍF verður uttan Pól Jákup Lundsbjerg, ið eisini hevur leikbann. Dysturin í kvøld verður klokkan 18.30. FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Petur Knudsen í dysti móti HB sunnukvøldið, har hann fekk gult kort

Mynd: (Álvur Haraldsen) ÍF tapti 3-1 í botnuppgerðini móti AB sunudagin