Tríggir Tottenhamfjepparar fáa lívslangt bann - Fimm Liverpoolfjepparar undir illgruna

Fjepparar fáa harðar revsingar fyri at selja atongumerkið til Champions League finaluna

Summir fjepparar vilja heldur vinna pening enn at síggja Tottenham í Champions League finaluni (mynd: Scanpix)

Summir fjepparar vilja heldur vinna pening enn at síggja Tottenham í Champions League finaluni (mynd: Scanpix)

Tað er eyðsæð, at har er gravgangur ímillum bæði Liverpool- og Tottenhamfjepparar at síggja finaluna í Champions League ímillum liðini bæði 1. juni.

17.000 atgongumerki eru sett av til hvønn av fjepparabólkunum, og nógv fleiri enn so hava ynskt at fáa hendur tey.

Tí eru fólk til reiðar at gjalda stórar upphæddir fyri atgongumerki, og atgongumerki eru eisini sett til sølu fyri okursprís.

Sambært Sky Sports hava trý fólk fingið revsing frá Tottenham fyri at seta atgongumerki til sølu uttanum almennu søluna. Tey trý hava árskort til heimadystir hjá Tottenham, men hesi fáa tey brúkt longur. Tey eru nú bannaði av felagnum at koma til dystir, og hetta bannið gongur ikki út.

 

Liverpool stríðist við sama trupulleika, og sambært BBC eru fimm fólk undir illgruna fyri at hava selt síni atgongumerki ólógliga. Leiðslan í Liverpool sigur seg kanna málið og at fólkini kunnu fáa lívslangt bann frá Anfield um tey verða funnin sek.

 

Finalan í Champions League ímillum Tottenham og Liverpool verður leikt 1. juni á Wanda Metropolitano leikvøllinum í Madrid.

Summir fjepparar vilja heldur vinna pening enn at síggja Tottenham í Champions League finaluni (mynd: Scanpix)