Tróndur ætlar sær at koma sterkt aftur (FM1)

(FM1) Hoyr hálvleiksprátið Tróndur Arge gjørdi við Trónd Jensen hjá HB, ið hevur slitið krossbandið

Tróndur Jensen sæst her í dystinum móti KÍ norðuri í Klaksvík, ið HB tapti 1-3

Tróndur Jensen sæst her í dystinum móti KÍ norðuri í Klaksvík, ið HB tapti 1-3

##med2##

Í steðginum í finaluni millum Víking og HB fekk frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge orðið á Trónd Jensen, miðvallara sum hevur verið sera eyðsýndur hjá HB í ár, men persónliga kappingarárið hjá Tróndi Jensen er nú liðugt, tí hann sleit krossbandið í heimadystinum móti Skála í undanfarna umfari í betrideildini.

Tróndur Jensen leggur eina við, at tað er ikki spurningurin um, men heldur spurningurin nær hann verður at síggja aftur á leikvøllinum.

Um finaluna um løgmanssteypið væntar Tróndur Jensen, at HB fer at leggja tvey mál aftrat tí eina hjá Adrian Justinussen, og fer sostatt at vinna 3-0 á Víkingi.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Trónd Jensen í steðginum í finaluni um løgmanssteypið millum Víking og HB.

Tróndur Jensen sæst her í dystinum móti KÍ norðuri í Klaksvík, ið HB tapti 1-3

(Samrøða: Tróndur Jensen)