Tróndur Arge og Áki Johansen fegnast um gullið hjá FC Hoyvík (FM1)

(FM1) Hoyr fótbóltsspælaran, Tróndur Arge og høvuðsvenjarin hjá FC Hoyvík seta orð á gleðina um at vinna 2. deild

Áki Johansen er høvuðsvenjari hjá FC Hoyvík (Savnsmynd)

Áki Johansen er høvuðsvenjari hjá FC Hoyvík (Savnsmynd)

##med2##

Føroya triðstørsti býur, Hoyvík hevur aftur lið í 1. deild. Tað var staðfest fyri nøkrum vikum síðani.

Í dag var tað staðfest, at FC Hoyvík vinnur gull í 2. deild. Hetta gjørdist veruleiki tá FC Hoyvík vann 2-1 á KÍ við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík. 

Longu í fimta minutti kom KÍ á odda, men 12 minuttir seinni javnaði Teitur Jóanesarson við brotssparki til 1-1. Sigursmálið hjá FC Hoyvík skoraði Niklas Fríði Jacobsen tá ein tíma var farin av dystinum.

AB vann 1-0 á Víkingi á útivølli, og teir vinna silvur og flyta upp saman við FC Hoyvík.

FC Hoyvík endar á 47 stigum og AB endar á 46 stigum. FC Suðuroy vinnur bronsu við 35 stigum.

Fótbóltsspælarin, Tróndur Arge og Áki Johansen, høvuðsvenjari hjá FC Hoyvík stórfegnast báðir um gullið í 2. deild, og teir vóna, at FC Hoyvík kann fáa betur umstøður og kann stabilisera seg í næstbestu fótbóltsdeildini. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar sum FM1 gjørdi spontant við Trónd Arge og Áka Johansen. 

Áki Johansen er høvuðsvenjari hjá FC Hoyvík (Savnsmynd)

(Samrøður: Tróndur Arge og Áki Johansen hjá FC Hoyvík)