Tróndur er minni nøgdur við javnleikin enn Jónas (FM1)

(FM1) Hoyr Trónd Jensen hjá HB og Jónas Tór Næs hjá B36 seta orð á málleysa javnleikin millum havnarliðini

Tróndur Jensen og liðfelagarnir í HB høvdu málmøguleikarnar, men teir tóku ikki av

Tróndur Jensen og liðfelagarnir í HB høvdu málmøguleikarnar, men teir tóku ikki av

##med2##

Tað endaði við einari null-loysn millum havnarfeløgini á ovara vølli í Gundadali í Havn. Eitt úrslit, ið B36 kann liva frægari við, tí teir eru eitt stig frammanfyri HB, og hava spælt ein dyst færri.

Um dystin skrivaði Jóannes Hansen m.a. á in.fo fyrr í kvøld: - Serliga í fyrra hálvleiki spældi HB seg til fleiri góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í B36 máliuð, har Hans Jørgensen var stinnur síðsti skansi. Í fyrra hálvleiki eydnaðist tað B36 at fáa bóltin í HB málið. Árnij Frederiksberg legði við frísparki innfyri úr høgru, og við handara stólpan sendi Erling Jacobsen bóltin í málið. Dómarin kolldømdi málið, og so eydnaðist tað hvørgum partinum at fáa mál.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr Trónd Arge siga frá dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Trónd Jensen hjá HB, ið iðrar seg um, at HB ikki tók av sínum málmøguleikum. Tróndur Jensen heldur tó, at gongdin hjá HB er gongd, og hann heldur, at HB stendur við góðum møguleikum til seinastu 10 leikumførini.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jónas Tór Næs hjá B36, ið var frægari nøgdur enn Tróndur Jensen við javnleikin. Jónas vísir á, at nú er so javnt millum liðini, at tað eru ikki onnur ráð til at taka enn at taka ein dyst í senn.

4) Hoyr Oddbjørn Joensen, viðmerkjara hjá FM1 taka samanum dystin. Hann heldur, at samlað hevði HB uppiborið at vunnið dystin við einum máli. B36 var ikki uppá tað besta í kvøld. 

 

 

Tróndur Jensen og liðfelagarnir í HB høvdu málmøguleikarnar, men teir tóku ikki av

(Samrøður við Trónd Jensen, Jónas Tór Næs og Oddbjørn Joensen)