Trustin verður dómari

Maltesiski dómarin hevur ofta havt gula kortið tríggjar ferðir ella fleiri enn tað, tá ið hann hevur verið dómari í landsdystum

Tað verður 35 ára gamli Trustin Farrugia Cann av Malta, sum verður 23. maður á vøllinum á Hampden Park í Glasgow í kvøld, tá ið Skotland og Føroyar fara at spæla HM undankappingardyst. Hann hevur verið FIFA dómari síðani 2015, og hann hevur tvey tey seinastu árini verið dómari í nøkrum landsdystum.

Fyrsti A-landsdysturin hjá honum var 6. september í 2019, tá ið Wales vann 2-1 í EM undankappingardysti á heimavølli 2-1 ímóti Aserbadjan. Tá hevði hann gula kortið fimm ferðir á lofti.

Næsti dysturin hjá honum var 17. november í 2019, tá ið talan var um vinardyst millum Litava og Ný Sæland. Litava vann 1-0, og gula kortið var tríggjar ferðir á lofti.

Tveir dagar seinni dømdi Trustin Farrugia Cann í vinardysti millum Montenegro og Hvítarusslandi. Heimaliðið vann 2-0, og gula kortið var tríggjar ferðir á lofti.

Í fjør dømdi hann tveir dystir. 26. februar vann Hvítarussland 1-0 á útivølli ímóti Bulgaria í vinardysti. Tá var kortið ongantíð tikið úr lummanum. 17. november í fjør dømdi hann í Nations League millum Gibraltar og Liktinstein. Úrslitið var 1-1, og fimm ferðir var gula kortið á lofti.

Hjálpardómarar eru Luke Portelli og Roberto Vella, og fjórði dómari er Ishmael Barbara.