Trý brotsspørk í Klaksvík

1. DEILD: KÍ var frammanfyri 3-0, og so var tað um reppið, at AB megnaði at javna

Tað var dramatikkur í góða summarveðrinum í Klaksvík í kvøld, tá ið næstbesta KÍ liðið vann 3 – 2 ímóti næstbesta liðnum hjá AB. Úrslitið ber við sær, at KÍ nú er næstfremst við 23 stigum – tvey stig aftanfyri Víking og eitt stig frammanfyri NSÍ, sum tó eigur heimadyst á ímóti HB. Tann dysturin, sum er tann síðsti í 12. umfari, er útsettur til mánadagin 10. august.

Eftir fyrra hálvleik var heimaliðið frammanfyri 3 – 0 . Eivin Sørensen legði KÍ á odda 1 – 0 í 19. minutti, og eftir stóran hálvan tíma bríkslaði Alex Troleis eftir lítlari løtu tvær ferðir fyri brotssparki til heimaliðið. Dávid Langgaard umsetti brotsspørkini til 2 – 0 og 3 – 0 í 34. og 36. minutti.

Tríggjar minuttir eftir steðgin minkaði Bartal Skaalum Petersen um munin til 3 – 1, og í 64. minutti umsetti Karstin Højgaard brotsspark til mál, og so var støðan 3 – 2.

AB tevjaði møguleikan at vinna stig, og argjamenn pressaðu fyri at javna, men tað eydnaðist ikki.

Fýra KÍ spælarar, sum vóru á listanum hjá besta liðnum í 6 – 2 tapinum ímóti B36 sunnudagin, vóru á vøllinum í kvøld – Dávid Langgaard, Børge Petersen, Steinbjørn Olsen og Jonn Johannesen, sum varð innskiftur beinanvegin eftir steðgin.

Millum teir á AB liðnum vóru Silas Eyðsteinsson, Jákup Pauli Breckmann, Tróndur J. á Høvdanum, Bartal S. Petersen, Gert Drangastein og Jónas Stenberg sum allir vóru á listanum, tá ið AB sunnudagin tapti  2 – 1 í Gøtu.

Víkingur12741261225
12723232023
NSÍ11641291822
B6812534251718
HB11533251918
B7112525222017
B3612525172217
07 Vestur12354161814
FC Hoyvík1212915385
AB12111014284


12. umfar

10. august

NSÍ - HB

 

13. umfar

26. juli

B68 – Víkingur

HB – KÍ

B36 - NSÍ

AB – 07 Vestur

B71 – FC Hoyvík