Trý reyð kort og javnleikur í øgiligum stríði á Hálsi

Okkaradeildin: Dramatikkurin vantað ikki tá ið Neistin og KÍF bjóðaðu hvørjum øðrum av

Í einum dysti, ið fólk munnu fara at minnast fyri fleiri reyð kort, var Tróndur Mikkelsen ein góð leiklig uppliving - 18 ára gamli neistamaðurin skjeyt 11 mál í dag

Í einum dysti, ið fólk munnu fara at minnast fyri fleiri reyð kort, var Tróndur Mikkelsen ein góð leiklig uppliving - 18 ára gamli neistamaðurin skjeyt 11 mál í dag

OKKARAdeildin: Neistin - KÍF 25-25

Fitt av fólki var komið at annaðhvørt stuðla sínum liði ella fregnast um styrkina, tá ið Neistin og KÍF bjóðaðu hvørjum øðrum av á Hálsi í dag. Bæði liðini hava góðar vónir í ár, men kortini kenna neistafólk saknin av Tróndi Kragesteen, ið fekk skaða í fyrsta dystinu fyri viku síðani. Tann skaðin kom í eini støðu har beinleiðis reytt kort var givið, og henda litin fór fjøldin á Hálsi at síggja fleiri ferðir í dag.

Spennandi frá fyrstu løtu

Tað byrjaði javnt. KÍF kunnu í ár fegnast um tveir afturvendar lámar leikarar, og í dag byrjaðu eisini bæði Andrias Nielsen og Nicklas Selvig inni. Teir fáir fóruu báðir at fáa ein høvuðsleiklut í dag. At byrja við var prógvað, at føroyski landsliðsleikarin, Nicklas Selvig, beinanvegin er follin til aftur í KÍF, og var sera trupul at hava við at gera fyri neistaverjuna.

Tað vóru teir báðir landsliðsleikararnir úr KÍF, Hans Eli Sigurbjørnsson og Nicklas Selvig ið gjørdu mest um seg. Teir spældu við fullari ferð, løgdu eitt skjótt og tungt trýst, og skoraðu ferð eftir ferð áðrenn neistaverjan hevði tíð at skipað seg til fulnar.

Fyri Neistan gingu ungu stjørnuskotini undan við somu dygdum. Teir báðir 18 ára gomlu  Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen vildu eisini spæla skjótt, og hetta var høvuðslykilin í álopinum hjá Neistanum.

Beint fyri hálvleik fekk KÍF gjørt hálvleiksstøðuna til 14-12 til sín, eftir at Hans Eli Sigurbjørnsson høgdi eitt langskot inn.

Fyrsti dramatikkurin

KÍF fekk eisini fyrsta málið í seinna hálvleiki, áðrenn Neistan fekk minkað um munin niður í eitt mál. Men tað tóktist sum KÍF hevði fastari um dystin, og tá ið Dánjal Ragnarsson meiddi sær beini, vóru neistafólk – og yvirhøvur tey flestu í høllini - í døpurhuga. Eina løtu var stríði í dystinum lagt burtur, og Nicklas Selvig og Tróndur Mikkelsen bóru í felag skadda leikaran av vøllinum. Tíbetur tóktist pínan at vera verri enn skaðin sjálvur, tí Dánjal Ragnarsson kom á føtur seinni í dystinum.

Reytt kort

Um hetta mundi var støðan 15-17 og tað var eitt gott og hart stríð at líta á. So við og við gjørdist stríðið heldur harðari og ein minutt eftir fyrsta skaðan kom fyrsta reyða kortið. Julian Kragesteen ætlaði sær í skjótálop og hugdi afturum seg eftir bóltinum. Andrias Nielsen vildi stilla seg fyri og elva til eina trokdøming. Endin var at Julian brast í Andrias. Dómararnir skuldu taka eina avgerð, og hon var at geva reytt kort til KÍF-bakkin, ið ikki hevði staðið stillur.

Hetta skuldi ikki kosta kollfirðingum dýrt í fyrstu atløgu, tí løtuna eftir var munurin øktur upp í 20-16 til KÍF – Eitt korter restaði í.

Fimm minuttir seinni fór Neistin at minka um munin. Eftir tvey skjót mál frá Tróndi Mikkelsen var støðan 22-23 – og so kom aftur eitt reytt kort.

Enn eitt reytt kort

Bólturin var spældur inn í málteigin, har Nicklas Selvig kom flúgvandi eftir bóltinum. Julian Kragesteen fleyg sjálvur við í eini roynd at verja, og KÍF-leikarin endaði í gólvinum við pínu í vinstra armi. Dómararnir dømdu brotskast, prátaðu eitt bil og vístu síðani Juliani reyða kortið.

Hans Eli Sigurbjørnsson tók sær av brotskastinum, men megnaði ikki at fáa bóltin fram við Nicholasi Satchwell í neistamálinum. Rasmus Søby javnaði hareftir við einum undirhondsskoti í heimsflokki, áðrenn Hans Eli Sigurbjørnsson legði KÍF framum aftur við einum hoppiskoti, ið eisini var eitt av teimum heilt góðu.

Og so aftur eitt reytt kort

Og teir báðir vóru ikki lidnir at kappast. Tí nú fór Rasmus í skjótálop, Hans Eli royndi at forða, men mundi vera ov seinur. Neistaleikarin fór hart í gólvið, og áskoðararnir høvdu varhugin av hvat hetta merkti; reytt kort til Hans Eli Sigurbjørnsson.

Og ein útvísing til KÍF

Støðan var tá 24-23 til KÍF. Færri enn fýra minuttir restaðu í.

KÍF hevði leiðsluna, men ikki toppskjúttan longur. Kortini kundu kollfirðinar fegnast um at Nicklas Selvig var komin aftur á vøllin, men hetta var stokkut gleði. Góð tíggju sekund eftir reyða kortið til vinstra bakkin, var høgri bakkurin vístur av vølli í tveir minuttir.

Neistin á odda

KÍF var fullmannað við hálvum øðrum minutti eftir at leika og við støðuni 24-24. Tá fintaði Tróndur Mikkelsen seg ígjøgnum – og brendi ímóti Joakimi Jürs. Bólturin stakk kortini beint í hendurnar á 18 ára gamla toppskjúttan aftur, og so og skjeyt sítt 11. mál fyri Neistan, ið nú var á odda 25-24 – Ein minuttur eftir.

Brotskast

KÍF leitaði eftir møguleika í ein hálvan minutt. Tá fór Rani Højgaard ígjøgnum á uttaru síðu á vinstra bakki – og fekk brotskast. Nicklas Selvig skuldi skjóta ímóti Nicholasi Satchwell. Tað var landsliðsmálverjin, ið vann tann dystin, tí hann traff bóltin, ið sprakk upp í loft – og endaði í hondinum á einum kollfirðingi.

Javnleikur

KÍF hevði nú 20 sekund at javna í. Júst sum tað tóktist at tað fór at enda við einum ráðaleysum langskoti, royndi Rani Højgaard seg aftur á uttaru síðu. Tað var spískt, men bólturin sníkti seg fram við málverjanum og lá í málinum – eitt sekund eftir var dysturin av og so endaði alt við javnleiki 25-25.

Tróndur Mikkelsen var toppskjútti hjá Neistanum við 11 málum. Dánjal Ragnarsson skjeyt fimm mál.

Hjá KÍF skutu Hans Eli Sigurbjørnsson og Nicklas Selvig ávikavist tíggju og átta mál.

Í einum dysti, ið fólk munnu fara at minnast fyri fleiri reyð kort, var Tróndur Mikkelsen ein góð leiklig uppliving - 18 ára gamli neistamaðurin skjeyt 11 mál í dag