Tryggur Lions-sigur til Kyndil

Kyndil hevur framvegis takið á VÍF hóast broytingar á báðum liðum.

Natasja Hammer var ein fleiri leikarum, ið fekk álit í dystinum um Lions-bikarið

Natasja Hammer var ein fleiri leikarum, ið fekk álit í dystinum um Lions-bikarið

Kyndil - VÍF 33-30 (16-11)

Hondbóltsfjepparar í Føroyum kundu fegnast í dag, tá ið kappinarárið tjóvstartaði við dystinum um Lionsbikarið. Landskappingarnar hjá monnum og kvinnum byrjar næsta sunnudag,15. September, og afturvendandi stórsteypatiltakið já Lions Club skuldi aftur í ár geva fyrstu ábendingarnar um hvussu fremstu liðini í fjør eru fyri í ár.

Hjá kvinnum stóð dysturin ímillum greipuvinnararnar úr Kyndli ímóti silvurvinnarunum úr VÍF.

Liðini vóru ikki heilt tey somu sum spældu finalurnar í farna kappingarár.

16 ára gomul avloysti ársins leikara

Hjá Kyndli hevur stóri spurningurin verið, hvussu liðið fer at standa seg uttan Marionnu Geirsdóttir Eystberg, ið gjørdist bæði toppskjútti og ársins leikari í Føroyum farna kappingarár. 16 ára gamla Natasja Hammer tóktist at hava høvuðsleiklutin sum avloysari hjá ársins leikara, og hon spældi meginpartin av dystinum á høgra bakki, meðan Bára og Súna Krossteig Hansen vóru vinstrumegin.

Stórar broytingar í VÍF

Hjá VÍF er eisini saknur.  Landsliðsmálverjarnir báðir, Viviann Petersen og Ragnhild á Heygum umframt strikuleikarin, Kathe Frederiksen og alt-møguligt-leikarin, Daniella Joensen eru allar við barn, og spæla ikki hondbólt løtuni.

Í málinum gjørdu Fríða Petersen og Rebekka Joensen í staðin comeback fyri VÍF.
At avloysa á strikuni og í miðverjuni var eisini eitt nýtt andlit at síggja. Norska Lise Maria Evensen spældi stóran leiklut í bæði álopið og verju, meðan bæði liðini eisini dúvaðu upp á fleiri ungar leikarar.

Á bonkinum er eisini skift út hjá VÍF hetta kappingarárið, har Dia Midjord er høvuðsvenjari eftir at Ingi Olsen hevur staðið á odda fyri liðnum seinastu árini.
Hetta vikuskiftið var nýggi venjarin burturstaddur, so Ingi Olsen avloysti á bonkinum.

Kyndil hevði munin

Tað eydnaðist Kyndli best í dag. Kyndil hevði hug at verða á odda, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki fóru tær grønu at draga frá. Munurin var fimm mál við einum tíggju minuttum eftir at leika, áðrenn VÍF tóktist at fóta sær eftir fleiri útskiftingar í bakk-ketuni. Men hetta var ein stuttur skáði hjá teimum gulu. Hálvleiksstøðan var 16-11, og nærri enn eini trý mál á muni kom VÍF ongantíð.Ein stór orsøk til tess var Turið Arge Samuelsen, ið 13 ferðir skoraði eftir skjótálop og innrenningar. Hon royndi seg eisini eina løtu á vinstra bakki, har hon breyt ígjøgnum fleiri ferðir.

Í einum dysti, ið var merktur av at liðini kanska ikki eru heilt samanspæld enn, var tað greitt, at greipuvinnararnar í Kyndli vóru nærri finaluforminum enn VÍF, og kundu eisini lyfta Lionsbikarið afturfyri avrikið og úrslitið 33-30

Natasja Hammer var ein fleiri leikarum, ið fekk álit í dystinum um Lions-bikarið