Trýstið er stórt men HB heldur tørn

KÍ hevur spælt seg til nógvar støður og fleiri møguleikar, men oddaliðið hevur í fyrra hálvleiki megnað at hildið tørn

Teir eru farnir at hvíla seg í toppdystinum í Klaksvík, har fótbóltsveðrið er framúr, og har tað eru nógvir áskoðarar – úr Klaksvík og Norðoyggjum, úr høvuðsstaðnum og Eysturoy og eisini aðrastaðni frá.

Støðan er framvegis málleysur javnleikur. Tað er betri støða fyri HB, sum á støðutalvuni er fimm stig frammanfyri KÍ.

Tað mesta hevur gingið fyri seg á HB hálvuni. KÍ hevur havt fleiri hornaspørk og tríggjar heilt góðar møguleikar. Tann størsti var tað, tá ið Jóannes K. Danielsen frammarlaga í høgru vann bóltin og legði flatt innfyri, har Páll A. Klettskarð mitt fyri málinum og sjey metrar úti smekkaði til. Teitur Matras Gestsson í HB málinum stórbjargaði, og so var tað væl upplagdi Jesper Beck, sum er vongverji í vinstru, sum royndi seg við lumpisligum skoti, men Teitur M. Gestsson stórbjargaði.

HB hevur havt ein góðan møguleika, tá ið bólturin eftir langt útspark frá Teiti Matras Gestsson varð snittaður inn um verjuna. Mikkel Dahl varð leysur, men Odmar Færø taklaði sera væl.

 

KÍ – HB (0-0) klokkan 18.00

Dómari: Kári J. á Høvdanum

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Jesper Brinck – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð, Ole Erik Midtskogen

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Ísak Simonsen, David Skrbec, Jonn Johannesen, Abubakar Aliyu Ibrahim, Boris Dosljak, Steinbjørn Olsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Bartal Wardum, Heðin Hansen, Delphin Tshiembe – Heri Hjalt Mohr, Adrian Justinussen, Mathias Nygaaard, Dan í Soylu, Daniel Johansen – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl  

Á beinkinum: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Pætur J. Petersen, Hørður H. Askham, Øssur Dalbúð, Samuel Johansen Chukwudi