Tú skyldar mær nýggjar skinnarar

Liga Cup: Orðini eigur danskur miðvallari, sum fekk eina ordans takling, tá Tottenham vann seg í finaluna

Mynd: (Scanpix) José Mourinho, venjari hjá Tottenham, mátti steðga miðvallaranum frá at fara aftur á vøllin

Mynd: (Scanpix) José Mourinho, venjari hjá Tottenham, mátti steðga miðvallaranum frá at fara aftur á vøllin

Tottenham vann seg í gjár í finaluna í Liga Cup, sum er tann minna av steypakappingunum í Onglandi. Tottenham vann 2-0 á Brentford, sum stríðist við at koma upp í bestu deildina.

Moussa Sissoko legði Tottenham á odda í fyrra hálvleiki við frálíkum stútara. Í seinna hálvleiki skoraði Heung-min Son, enn eina ferð. Hann er í stórformi í løtuni.

Ein hending, sum hevur fingið nógv uppmerksemi, er tá Josh Dasilva fekk beinleiðis reytt kort stutt fyri tíð, tá hann av óvart stemplaði Pierre-Emile Højbjerg á skinnabeinið. Danski stríðsmaðurin á miðjuni hjá Tottenham mátti skiftast við bløðandi sárum á skinnabeininum.

Eftirfylgjandi hevur Josh Dasilva biðið um umbering á sosialu miðlunum, og sigur at tað ikki var við vilja. Hetta hevur Pierre-Emile Højbjerg góðtikið, og sigur hann er klárur at spæla næstu ferð, men at Josh Dasilva skyldar honum ein nýggjan skinnara.

##med2##

Í kvøld verður hin hálvfinalan, har tað er grannauppgerð millum Manchester United og koronarakta Manchester City. Aftur í dag eru spælarar í hópinum, sum hava fingið staðfest koronusmittuna, men talan er ikki um lyklaspælarar.

Mynd: (Scanpix) José Mourinho, venjari hjá Tottenham, mátti steðga miðvallaranum frá at fara aftur á vøllin