Tummas Pauli: Kunnu ikki hugsa um hálvfinalur nú (FM1)

(FM1) Hoyr annan av toppskjúttunum hjá Kyndli, Tummas Pauli Hanusarson og Eli Gærdum, málverja hjá StÍF lýsa sigurin hjá StÍF á Kyndli

Tummas Pauli Hanusarson gjørdi sítt við átta málum, men lið hansara, Kyndil tapti 28-32 móti StÍF (Savnsmynd)

Tummas Pauli Hanusarson gjørdi sítt við átta málum, men lið hansara, Kyndil tapti 28-32 móti StÍF (Savnsmynd)

##med2##

StÍF heldur fram við at staðfesta sína góðu støðu í Okkara-deildini, og Kyndil tykist ikki at komma úr naggatódnini.

Í kvøld vann StÍF rættiliga greiðan 32-28 sigur á Kyndli. Í steðginum var StÍF á odda 14-10. Summar løtur í seinna hálvleiki vóru strandingar á odda við sjey málum.

Kyndil: Tummas Pauli Hanusarson 8, Hjalti Mohr Jacobsen 8, Kristoffur Bjørgvin 5, Rógvi Dal Christiansen 3, Ovi Lützen 2 og Jóan Pauli Patursson 2. 

StÍF: Ivan Mrdalo 6, Jóannes Prestá 6, Bjarni í Selvindi 5, Sveinur Justinussen 5, Pætur Barclay 4, Jógvan G. Joensen 3, Tummas Simonsen 1, Mads Lindkvist 1 og Dávid Danielsen 1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum og tók stutt samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Tummas Paula Hanusarson hjá Kyndli, ið er vónbrotin um dystin og gongdina, og staðfestir, at við núverandi gongd kann Kyndil ikki hugsa um FM-hálvfinalur.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við málverjan hjá StÍF, Eli Gærdum sum fegnast um, at StÍF kundi reisa seg aftur aftaná skuffandi tapið í Vestmanna sunnudagin. Nú er StÍF næstfremst og Eli fegnast um at vera partur av oddastríðnum í føroyskum hondbólti. 

 

 

Tummas Pauli Hanusarson gjørdi sítt við átta málum, men lið hansara, Kyndil tapti 28-32 móti StÍF (Savnsmynd)

(Samrøður: Tummas Pauli Hanusarson og Eli Gærdum)