Hjálparvenjarin: Hetta var ógvuliga læruríkt

(FM1) Hjálparvenjarin, Jeppe Borch staðfestir eitt greitt, men eitt læruríkt tap ímóti einum donskum klassaliði

Hjálparvenjarin hjá hondbóltslandsliðnum, Jeppe Borch heldur, at tað var læruríkt at spæla ímóti danska klassaliðnum í dag

Hjálparvenjarin hjá hondbóltslandsliðnum, Jeppe Borch heldur, at tað var læruríkt at spæla ímóti danska klassaliðnum í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi beinleiðis á FM1, har hann prátaði við hjálparvenjaran hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti, Jeppe Borch sum sá sínar menn tapa 17-35 (8-17) til Danmark í EM-undankappingardystinum á heimavølli í Skjern.

 

Jeppe Borch heldur, at Føroyar taptu ímóti einum klassaliði í dag. Á jaligu síðuni heldur Jeppe Borch, at tað var talan um eina ógvuliga læruríka uppliving um hvussu væl hondbóltur kann spælast.

 

Jeppe Borch heldur, at ein kann eisini velja at kalla farnu vikuna fyri eina "landsliðssamling", har teir hava havt høvið at venja á høgum støði. At tað so eisini hevur givið eitt stig á útivølli ímóti Montenegro er ógvuliga jaligt.