Turið: Vit høvdu eitt móttrekk tá tær mansvardu Súnu (FM1)

(FM1) Hoyr 12-málsskjúttan hjá Kyndli, Turið Arge Samuelsen og venjaran hjá Neistanum, Kára Horn seta orð á greiða Kyndilssigurin

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

Kyndil vann ein sannførandi 30-21 sigur á Neistanum í SMS-deildini í kvøld. Í steðginum var Kyndil á odda 13-11. Við sigrinum vunnu Kyndilskvinnur seg upp á annað plássið.

Neistin legði út við at mansverja Súnu Krossteig Hansen frá fyrsta bríksli, men Turið Arge Samuelsen slær fast, at hon og hinar á Kyndils-liðnum høvdu eitt móttrekk, og Turið gjørdi sanniliga sítt við at skjóta heili 12 mál. Unga og evnaríka Natasja Hammer skoraði seks mál fyri Kyndil.

Gunnfríð P. Nólsoy og Ingunn Kristina Persson vóru toppskjúttar hjá Neistanum við fimm málum hvør.

Venjarin hjá Neistanum, Kári Horn greiðir frá, at Súna Krossteig Hansen hevur so stóran leiklut á Kyndils-liðnum, og tí vóru tær hjá Neistanum noyddar at mansverja hana. Kári heldur, at mansverjan gekk væl, men Neistin fekk ov lítið burturúr aðru fasuni av spælinum, og tað kostaði.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Turið Arge Samuelsen og Kára Horn aftaná dystin. 

Sunnudagin klokkan 14 tekur Kyndil móti H71. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá tí dystinum á FM1. Sjúrður sigur eisini frá dystinum millum mansliðini hjá Kyndli og H71, ið byrjar klokkan 16. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF92491985114
 KYNDIL82141466812
 H7182121852712
 NEISTIN92171981910
 STJØRNAN9225240-158
 STÍF9193270-774
 VB8169242-730

Savnsmynd

(Samrøður: Turið Arge og Kári Horn)