Tveir flogbóltslandsdystir á FM1 sunnumorgunin

Klokkan sjey sunnumorgunin sigur Óli G. Samuelsen frá Føroyar U19-Ongland U19 kvinnur. Og klokkan níggju frá dysti millum somu lið hjá U19 monnum

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá U19 NEVZA landsdystum klokkan sjey og klokkan níggju sunnumorgunin

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá U19 NEVZA landsdystum klokkan sjey og klokkan níggju sunnumorgunin

Tey morgunfrísku kunnu hoyra beinleiðis frásøgn frá tveimum U19 NEVZA flogbóltslandsdystum fyri U19 lið tíðliga sunnumorgunin.

Í morgin klokkan sjey á morgni føroyska tíð spæla føroysku kvinnurnar móti Onglandi. Klokkan níggju, stutt aftaná kvinnudystin spæla føroysku mennirnir móti Onglandi.

Dystirnir vera spældir í Finnlandi. 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá báðum dystunum á FM1.

 

FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Samrøður við umboð fyri tey føroysku liðini, og møgulig hæddarpunkt koma út á in.fo.

FM1 hevur ongantíð áður sagt so tíðliga frá einum ítróttardysti áður. 

 

 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá U19 NEVZA landsdystum klokkan sjey og klokkan níggju sunnumorgunin