Tveir føroyingar eru norðurlendskir meistarar

Taekwondo: Føroyingar gjørdu um seg í NM í Noregi og vunnu tvær gull og fýra bronsur.

Markus Vazquez ovastur á sigursskamlinum.

Markus Vazquez ovastur á sigursskamlinum.

Taekwondo-íðkarar úr Hwarang Føroyum hava í dag luttikið í NM í taekwondo, sum var í norska høvuðsstaðnum, Oslo, og sigast má, at tað gekk føroyingunum bara heilt væl.

Føroyar hava nevniliga fingið tveir norðurlendskar meistarar. Tey eru Noomi Kunoy Heradóttir, sum vann veteran-bólkin undir 57 kilo, og Markus Vazquez, sum vann junior-bólkin undir 51 kilo.

Harafturat vunnu føroyingar fýra bronsur. Tey vóru Dávid á Lakjuni í senior-bólkinum undir 58 kilo, Oda Weihe í junior-bólkinum undir 55 kilo, Jógvan á Lakjuni í cadet-bólkinum undir 37 kilo og Signar Hansen í junior-bólkinum undir 63 kilo.

Høgni Kunoy Dávason, sum í fjør gjørdist norðurlendskur meistari í aldursbólkinum 15-17 ár, vektbólkinum undir 59 kilo, megnaði ikki at endurtaka bragdið í ár, nú hann luttók í vektbólkinum undir 63 kilo.

Høgni hevur sínar avbjóðingar við sjúkuni cystisk fibrosa, og hann var als ikki upplagdur á degnum. Hann reyk út í 2. umfari.

- Var hann frískur, so vann hann kappingina, sigur venjarin hjá Høgna, Mathias Gabrielsen.

Drúgvari grein um NM-kappingina og longri samrøður vera at lesa í Ítróttarsosialinum mánadagin.

Markus Vazquez ovastur á sigursskamlinum.