Tveir ótrúligir 2-2 javnleikir

Premier League: Tvey mál í 94. minutti og N´Golo Kanté spældi Steven Gerrard

Mynd: (Scanpix) David Luiz fær reytt kort

Mynd: (Scanpix) David Luiz fær reytt kort

Tað er Premier League umfar í vikuni. Í gjár vóru seks dystir, har í millum tveir minniligir 2-2 javnleikir. Annar í grannauppgerðini millum Chelsea og Arsenal, og hin millum Everton og Newcastle.

Á Stamford Bridge bleiv fyrrverandi verjuspælarin hjá Chelsea, David Luiz, útvístur longu í fyrra hálvleiki, tá hann steðgaði Tammy Abraham, sum hevði eitt tómt mál at skjóta í. Jorginho takkaði fyri og skoraði.

##med2## 

Hóast ein tíma í yvirtal, so megnaði Arsenal at vinna sær eitt stig. Millum annað tí væl lýddi miðvallarin hjá Chelsea, N´Golo Kanté, gjørdi ein Steven Gerrard og gleið tá á stóð í verjustøðu.

Tað var eisini dramatikkur á Goodison Park, har Everton var á odda 2-0, tá klokkan vísti 93:00. Tó dómarin bríkslaði av hevði Florian Lejeune skorað tvær ferðir fyri Newcastle, so tað endaði 2-2.

 ##med3##

Manchester City hevði tað trupult á útivølli móti Sheffield United, men endaði við at vinna 1-0. Málið skoraði Sergio Aguero, sum av álvara er komin í gongd aftur. Í botninum vunnu AFC Bournemouth og Aston Villa týdningarmiklar sigrar.

Premier League 24. umfar:

AFC Bournemouth- Brighton 3-1

Aston Villa – Watford 2-1

Crystal Palace – Southampton 0-2

Everton – Newcastle 2-2

Sheffield United – Manchester City 0-1

Chelsea – Arsenal 2-2

Í dag:

Leicester City – West Ham (19.30)

Tottenham – Norwich (19.30)

Manchester United – Burnley (20.15)

Hósdagin:

Wolverhampton – Liverpool (20.00)

1Liverpool22211052:1464
2Man City24163565:2751
3Leicester23143648:2345
4Chelsea24124841:3240
5Man Utd2397736:2734
6Wolves23810534:3034
7Sheffield Utd2489725:2333
8Tottenham2387836:3131
9Southampton24941131:4231
10Arsenal24612632:3430
11Crystal Palace2479822:2830
12Everton24861028:3530
13Newcastle24861024:3630
14Burnley23831226:3827
15Brighton24671127:3425
16Aston Villa24741331:4525
17West Ham22651126:3423
18Bournemouth24651323:3723
19Watford24581121:3623
20Norwich23451423:4517

Mynd: (Scanpix) David Luiz fær reytt kort

Mynd: (Scanpix) Taklingin, sum kostaði David Luiz reyða kortið

Mynd: (Scanpix) Newcastle hevur javnað til 2-2 í yvirtíðini