Tveir TB arar hava brotið beinið

Tveir miðvallarar vera ikki við, tá ið TB sunnudagin fer at spæla í Gøtu

Rógvi Joensen er skaddur og verður ikki við sunnudagin, tá ið TB fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi. Mynd: tb.fo

Rógvi Joensen er skaddur og verður ikki við sunnudagin, tá ið TB fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi. Mynd: tb.fo

Fyrsta umfar í landskappingini er á skránni hetta vikuskiftið.

Í fyrsta umfari fær Víkingur í Sarpugerði vitjan av TB.

Víkingur hevur í fyrireikingunum havt nógvar ungar spælarar á liðnum, og tað hevur sæð út sum, at spælið hongur væl saman, tá ið havt verður í huga, at talan hevur verið um venjingardystir og um, at umstøðurnar ikki altíð hava verið so góðar.

Allir spælararnir hjá Víkingi eru tøkir uttan Bárður J. Hansen, sum er fluttur aftur til barndómsfelagið, eftir at hann seinastu árini hevur spælt við NSÍ. Í fjør var hann nógv skaðadarvaður, og tað letur til, at Bárður aftur í ár fer at vera skaðadarvaður. Hann er framvegis skaddur, og tað er óvist, nær hann verður tøkur aftur.

Í fjør vunnu TB og Michael Winter, sum tá var nýggjur venjari, fyrsta stigið, tá ið teir í fimta umfari vóru í Sarpugerði, og úrslitið var málleysur javnleikur.

Michael Winter er framvegis venjari hjá TB. Tað er strika í rokningini hjá teimum á Tvøroyri, at tveir av miðvallarunum hava verið skaddir seinastu vikurnar og ikki vera førir fyri at spæla í trimum ella kanska fýra teimum fyrstu umførunum.

Talan er um 20 ára gamla Einar Thorsteinsson, sum var við í øllum landskappingardystunum í fjør, og um 27 ára gamla Rógva Joensen, sum í fjør var við í 20 landskappingardystum.

Felags fyri teir báðar er, at teir hava brot í fótinum. Teir hava báðir verið óhepnir í venjingardystum.

Í vikuskiftis Sosialinum fæst at vita, hvussu støðan er hjá øllum tíggju liðunum, sum í vikuskiftinum fara í eldin.

Rógvi Joensen er skaddur og verður ikki við sunnudagin, tá ið TB fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi. Mynd: tb.fo