Tvey ár síðani: Hoyr hvussu Kyndil basti H71 í steypafinaluni

Endurhoyr samandrátt av finaluni í Faxe Kondi-kappingini 2018, tá ið Kyndil púrasta steðgaði álopinum hjá H71

Hjalti Mohr Jacobsen og Kyndil kundu lyfta Faxe Kondi-steypið eftir sigur á H71 fyri tveimum árum síðani. Hoyr samandrátt av finaluni niðanfyri

Hjalti Mohr Jacobsen og Kyndil kundu lyfta Faxe Kondi-steypið eftir sigur á H71 fyri tveimum árum síðani. Hoyr samandrátt av finaluni niðanfyri

##med2##

Hevur tú lýsingaforðandi forrit? Sendingar frá FM1 hoyrast bert á in.fo um tey forritini vera sligin frá.

Finalurnar í Faxe Kondi-kappingini:

VÍF - H71 Leygardagin klokkan 13.30 (beinleiðis á FM1)

H71 - Kyndil (menn) Leygardagin klokkan 16.00 (beinleiðis á FM1)

Fyri triðju ferð í søguni bresta H71 og Kyndil saman í eini steypafinalu, og higartil stendur innanhýsis roknskapurin á jøvnum.

Í 1998 vann mansliðið hjá H71 sítt fyrsta steyp í søguni, tá ið tað eydnaðist at basa Kyndli við úrslitinum 23-20.

20 ár seinni, í 2018, hittust liðini aftur í steypafinaluni. H71 hevði vunnið tvær tær seinastu steypafinalurnar, men Kyndilsverjan - og Jan Pauli Toft Johannesen tóku pippið frá H71-áleyparunum, sum so kundu iðra seg um, at tað ikki eydnast at endurvinna steypakappingina.

Jan Pauli Toft Johannesen er aftur á Kyndilsliðnum í finaluni í morgin, men tað er ivasamt um hann fær so stóran leiklut hesaferð - Les hví við at trýsta HER.

Niðanfyri myndina í greinini ber til at hoyra ein langan samandrátt av beinleiðis frásøginini hjá Tróndi Arge av steypasigrinum hjá Kyndli í 2018.

(Riggar ikki við lýsingaforðandi forritum)

 

 

 

Hjalti Mohr Jacobsen og Kyndil kundu lyfta Faxe Kondi-steypið eftir sigur á H71 fyri tveimum árum síðani. Hoyr samandrátt av finaluni niðanfyri

Hoyr hvussu Tróndur Arge og Teitur Joensen søgdu frá steypafinaluni í 2018