Tvey føroyingalið vunnu og trý taptu

Tað gekk misjavnt hjá teimum seks føroyingunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hetta vikuskiftið

Rókur Akralíð skoraði fýra mál í heimasigri hjá HEI Skæring í dag

Rókur Akralíð skoraði fýra mál í heimasigri hjá HEI Skæring í dag

Í dag var aftur føroyingauppgerð í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ tóku ímóti Brandi Halgirssyni og hinum hjá Ajax seinnapartin í dag. Endin var, at Brandur og liðfelagarnir vunnu rættiliga tryggan 32-27 sigur. Í steðginum var Ajax á odda 19-13. 

Rói Berg Hansen skoraði fýra mál fyri HØJ. Brandur Halgirsson skoraði eitt mál fyri Ajax í dag. 

Landsliðsveteranurin, Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring vunnu á heimavølli eftir ein spennandi og javnan dyst 33-31 á Team Sydhavsøerne. Í steðginum var javnleikur 15-15. Rókur skoraði fýra mál fyri HEI Skæring.

Føroysku spælararnir hjá SUS Nyborg, Tróndur Mikkelsen og Pætur Mikkjalsson gjørdu sær ikki fyri skommum í dag, tá SUS Nyborg á útivølli tapti fyri Skovbakken sum vann 33-29. SUS Nyborg var betri við fyri steðgin, og í steðginum var Skovbakken bert á odda við einum máli 15-14.

Tróndur Mikkelsen skoraði fimm mál, og Pætur Mikkjalsson skoraði trý mál fyri SUS Nyborg í dag. 

Ígjár tapti Teis Horn Rasmussen saman við liðfeløgunum í TMS Tønder 24-33 fyri Nordsjælland á útivølli. Í steðginum var Nordsjælland á odda 16-10. 

Teis Horn Rasmussen skoraði tvey mál fyri TMS Tønder. 

Støðan: 

NummarLið:DystirStig
1Nordsjælland2239
2Skive fH2238
3Ajax 2229
4HC Midtjylland2229
5HØJ 2227
6Sydhavsøerne2224
7Grindsted2223
8Skovbakken2223
9Otterup HK2220
10HEI Skæring2219
11Tønder2215
12HC Odense229
13Vendsyssel228
14SUS Nyborg225

 

 

 

 

 

Rókur Akralíð skoraði fýra mál í heimasigri hjá HEI Skæring í dag