Tvey føroyingalið vunnu og tvey taptu

Liðið hjá Róa Berg Hansen, HØJ vann føroyingauppgerðina móti TMS Tønder á útivølli í dag

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax liggja á triðja plássi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax liggja á triðja plássi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Tað gekk ógvuliga ymiskt hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

HØJ við Róa Berg Hansen vitjaðu TMS Tønder við Teis Horn Rasmussen á liðnum.

HØJ vann stórsigur 33-22. Í steðginum var HØJ á odda 15-8. Rói Berg Hansen skoraði trý mál fyri HØJ. Teis Horn Rasmussen skoraði eitt mál fyri TMS Tønder.

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax tóku móti Skovbakken í Keypmannahavn. Tað eydnaðist Brandi og liðfeløgunum at vinna 34-29 á liðnum úr Århus. Í steðginum var Ajax á odda 19-15. Brandur Halgirsson skoraði eitt mál fyri Ajax í dag.

Pætur Mikkjalsson og Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í SUS Nyborg tóku móti Vendsyssel í dag. Tað gekk væl í fyrra hálvleiki hjá heimaliðnum, ið var á odda 13-11 í steðginum, men í seinna hálvleiki koppaði dysturin til Vendsyssel, ið vann 26-24 sigur á SUS Nyborg. Pætur og Tróndur skutu hvør síni tvey mál fyri SUS Nyborg í dag.

Í morgin klokkan 14 spæla Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring móti Otterup á útivølli. 

Ajax og HØJ eru enn væl við í stríðnum um triðja plássið, ið gevur rætt til at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu hondbóltsdeildini.

Nummar
1Nordsjælland23 dystir41 stig
2Skive fH2340
3Ajax 23 dystir31 stig
4HC Midtjylland2331
5HØJ 23 dystir29 stig
6Sydhavsøerne2324
7Grindsted2323
8Skovbakken2323
9Otterup HK2220
10HEI Skæring22 dystir19 stig
11Tønder23 dystir15 stig
12Vendsyssel2310
13HC Odense239
14SUS Nyborg23 dystir5 stig

 

 

 

 

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax liggja á triðja plássi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini