Tvey føroysk mál í Íslandi

Bæði Brandur Hendriksson og Jákup Thomsen skoraðu í gjár

Mynd: (mbi.is) Jákup Thomsení dysti fyri FH

Mynd: (mbi.is) Jákup Thomsení dysti fyri FH

Fimta umfar í íslandsku landskappingini var í gjár. Hafnarfjörður var karmur um uppgerð millum FH og Val. FH vann dystin 3-2. Bæði Brandur Hendriksson og Jákup Thomsen skoraðu í dystinum.

Brandur Hendriksson legði FH á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki kom Valur upp á javnt 1-1, áðrenn FH kom á odda 2-1. Fáar minuttir seinni Valur, sum hevði Kaj Leo í Bartalsstovu á bonkinum allan dystin. Avgerandi málið kom bara fýra minuttir fyri tíð, tá Jákup Ludvig Thomsen skoraði.

Við sigrinum kemur FH upp á tíggju stig á triðja plássi, meðan Valur hevur fingið eina minni góða byrjan upp á kappingarárið. Meistaraliðið liggur á 9. plássi við bara fýra stigum.

##med2## 

René Shaki Joensen og Grindavík vunnu annað dystin upp í slag. Føroyski landsliðsspælarin spældi fyrstu 79 minuttirnar. Einasta málið í dystinum skoraði Josip Zeba, tá eitt korter var eftir. Grindavík liggur á sætta plássi og hevur átta stig eftir fimm dystum.

 

1ÍA541010:413
2Breiðablik53118:410
3FH53119:710
4KR52219:68
5Stjarnan52217:78
6Grindavík52216:68
7KA52036:76
8Fylkir51226:55
9Valur51137:94
10HK51136:84
11Víkingur R.50329:123
12ÍBV50233:112

Mynd: (mbi.is) Jákup Thomsení dysti fyri FH

Mynd: René Shaki Joensen og Grindavík vunnu í gjár 1-0