Tvey føroysk tap og ein javnleikur í Noregi í dag

Meinhard Olsen og Gilli R. Sørensen taptu við Kristiansund og Brann Bergen. Odmar Færø og Ham Kam spældu málríkan javnleik

Odmar Færø og liðfelagarnir í HamKam spældu javnleik 4-4 móti Oslo KFUM á heimavølli í dag (Mynd: HamKam)

Odmar Færø og liðfelagarnir í HamKam spældu javnleik 4-4 móti Oslo KFUM á heimavølli í dag (Mynd: HamKam)

Tey trý føroyingaliðini í norskum fótbólti fingu bara eitt stig í dag.

Odmar Færø var í miðverjuni hjá Ham Kam sum á heimavølli í dysti í næstbestu deildini spældi ein minniligan 4-4 javnleik móti Oslo KFUM á heimavølli. Støðan í steðginum var javnleikur 2-2. Ham Kam var á odda bæði 1-0 og 2-1 í fyrra hálvleiki, men í báðum førum eydnaðist Oslo KFUM at javna. Í seinna hálvleiki var tað øvugt. Oslo KFUM var á odda 3-2 og 4-3, og í báðum førum eydnaðist tað Ham Kam at javna.

Ham Kam er nummar 12 av teimum 16 liðunum í næstbestu deildini. Seks stig eru niður til niðurflytingarstrikuna, og fimm stig eru niður til triðaftasta plássið, sum merkir, at liðið skal spæla upp- og niðurflytingardystir móti liði úr triðbestu deildini seint í heyst.

Komandi sunnudag spælir Ham Kam heimadyst móti Notodden. 

Meinhard E. Olsen slapp at spæla fyrra hálvleik, men var skiftur út í steðginum tá lið hansara, Kristiansund í útidysti í bestu deildini tapti 0-2 móti Stabæk. Stabæk skoraði fyrsta málið tá eitt korter var farið, og seinna málið skoraðu teir tá 80 minuttir vóru spældir av dystinum. 

Heimasíðan hjá Kristiansund staðfestir, at Stabæk var betra liðið allan dystin.

Komandi sunnudag tekur Kristiansund móti Mjøndalen á heimavølli. 

Gilli R. Sørensen fekk smáar 10 minuttir á vøllinum móti dystarenda tá lið hansara, Brann Bergen á útivølli tapti 1-2 móti Mjøndalen. Støðan var 2-1 tá Gilli R. Sørensen kom á vøllin seinastu løtuna av dystinum.

Komandi sunnudag tekur Brann Bergen móti Tromsø á heimavølli.

Støðan: 

Nr.
1.Molde18 dystir123342:1839 stig
2.Bodø/Glimt17122340:2638
3.Odd18104426:2034
4.Rosenborg1885527:2229
5.Brann Bergen1885523:1829
6.Vålerenga1875633:2526
7.Viking1874725:2825
8.Haugesund1866627:2124
9.Kristiansund1865720:2123
10.Lillestrøm1864823:2922
11.Mjøndalen1848626:3020
12.Stabæk1855818:2320
13.Ranheim18531020:3218
14.Tromsø18531020:3618
15.Sarpsborg 081728718:2414
16.Strømsgodset18341119:3413

 

 

Odmar Færø og liðfelagarnir í HamKam spældu javnleik 4-4 móti Oslo KFUM á heimavølli í dag (Mynd: HamKam)