Tvey mál eftir lítlari løtu

1.DEILD: 07 Vestur fór úr Leirvík við einum stigi

Teir næstbestu hjá Víkingi høvdu í dag vitjan av 07 Vestur. Heimavøllurin hjá teimum næstbestu hjá Víkingi er á Brekku í Leirvík, og har var dysturin ídag.

Úrslitið var 1-1. Bæði málini vórðu skorað tíðliga í seinna hálvleiki.

Fýra minuttir eftir steðgin legði Víkingur seg framum, tá ið Óla Kristian Skála Jacobsen umsetti brotsspark til mál.

Tríggjar minuttir seinni var aftur javnt. Málskjútti til 1-1 var Dann Fróðasson.

Serliga fram ímóti dystarenda hevði heimaliðið fleiri møguleikar at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki.

Í fyrsta umfari endaði tað eisini 1-1 hjá 07 Vestur. Tað var á útivølli ímóti B71. Í triðja umfari skal 07 Vestur spæla á heimavølli ímóti HB.

Í fyrsta umfari vann Víkingur 3-1 á útivølli ímóti FC Hoyvík. Í triðja umfari skal Víkingur spæla í Runavík.